Lýsing
Lýsing

Fjølbroyttari frítíðartilboð til øll

SKRIVAÐ: Álvur M. Zachariasen  |  09.11.2024 - 13:45 Politikkur Tíðindaskriv

Hóast stóru ítróttarfeløgini hava stóran týdning, eiga vit eisini at varpa ljós á smáu feløgini, ið eru við til at skapa eitt fjølbroyttari frítíðarlív. Tí, frítíðin er ein týðandi partur av trivnaðinum hjá okkum øllum.  

 

 

Við at seta fokus á tey minni feløgini, so sum dart, billiard, bridge, hornorkestrið, skótaliðini, Magnus Heinason og Nólsoyar Pálls, Klaksvíkar Fimleikarfelag og bygdafeløg, kunnu vit styrkja felagsskapin og trivnaðin í kommununi.

 

Betri karmar til tey minni feløgini

Hesi smáu feløg eru ein týðandi partur av tí fjølbroytni, sum vit bjóða borgarunum. Við at skapa betri karmar – í formi av stuðli, hølum ella samskipan – kunnu hesi feløg geva limum eitt betri tilboð. Klaksvíkar kommuna kann hava ein týdningarmiklan leiklut við at stuðla hesi feløgum og tryggja varandi loysnir, sum økja um trivnað og møguleikar hjá øllum.

 

Marg-hús á Biskuptorgi – eitt felagshús fyri smáu feløgini

Ein møgulig loysn kundi verið at savna fleiri av smáu feløgunum í einum marg-húsi, til dømis á Biskuptorgi. Hetta hús kundi savnað feløg sum dart, bridge, hornorkestrið, og bygdafeløgini, ið kundu nýtt hølini og hentleikarnar til bæði at møtast og samstarva. Ein samansjóðing undir einum taki, hevði styrkt hesi feløg og virkað sum eitt samlingsstað fyri borgarar við áhuga fyri fjølbroyttum frítíðarvirksemi.

 

Biograf og nýggj mentanartiltøk í Varpinum

Mentanarlívið er eisini ein týdningarmikil partur av trivnaðinum. Ein biografur í Klaksvík hevði verið eitt mentanarligt lyft og hevði savnað borgarar um eitt nýtt tilboð. Mentanarhúsið Varpið kundi hýst einum biografi við ávísum filmum og verið karmur um ráðstevnur, sjónleikir, konsertir og kappingar. Hetta hevði styrkt mentanarlívið og gjørt Klaksvík til eitt livandi stað við fjølbroyttum upplivingum.

 

Við einari felags framtíð í huga

Við at leggja fokus á trivnað og skapa betri karmar fyri smáu feløgini er tað møguligt at styrkja lívsgóðskuna hjá øllum borgarum í Klaksvík. Við einum framhaldandi arbeiði og stuðli frá Klaksvíkar kommunu, kunnu vit skapa eitt stað, har fólk finna gleði og kensluna av at hoyra til í einum fjølbroyttum frítíðarvirksemi.

 

Álvur M. Zachariasen - Ein spíri úr sterkari rót.

Valevni fyri lista D til kommunuvalið 12. novembur í Klaksvík

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Valið er av
Samgongan nærkast millum B-C-D-E
Karl H. Johansen fremstur við 304 atkvøð…
Bunkin hjá Karl veksur skjótt
Uppteljingin byrjað
64 fleiri høvdu valt kl. 16.00
Fortov frammanfyri Varpið
344 brævatkvøður í Klaksvík
41 fleiri høvdu valt kl. 14.00
4082 hava valrætt í dag - 40 fleiri enn…
Áron Sofus Vest
Friða jørð og útgrevstur
Norðlýsið á kvøldarkafé
Skorheim í studio
Rás 2 sendir frá kommunuvali­num, bæði sj…
Fríðin komin á gátt
Ferðslu­kunning í samband við valið
Andreas vitjaði Norðlýsið
Myndarøð: Gott veður og gott lag á velja…
Svar mítt, Miðfloksins vegna, til skilag…