Bora og Jarðhiti leggja saman
Fyritøkan Bora heldur til í gamla Roykivirkinum í Klaksvík. Ørvur Heinason Heinesen, ein av stovnarunum, er 43-ára gamal, er giftur og hevur trý børn, og hann byrjaði saman við øðrum fyritøkuna Bora í 2020. Teir hava borað í 4 ár, og tað er blivið til tilsamans umleið 400 boringar. Nú hevur fyritøkan lagt saman við Jarðhita, og Ørvur hevur tikið við sum stjóri í samanløgdu fyritøkuni.
(Grein úr blaðnum nr.25)
Ørvur flutti til Danmarkar í 2002 og kom ikki heim aftur fyrrenn í 2018. Í Danmark tóku bæði hann og konan útbúgvingar, Ørvur sum maskinmaður og framleiðslutøkningur. Hann arbeiddi fyrst við at gera tekningar fyri Rockwool, sum so blivu til verksmiðjur kring allan heimin. Har var Ørvur í umleið 5 ár. Eftir tað fór hann til verkfrøðikonsulentfyritøkuna Rambøll, har hann sat við vindmyllukonstruktiónir, serliga fundament til frálanda-vindmyllur. Har var Ørvur so í onnur 5 ár, til tey fluttu heim í 2018 og keyptu sær hús í Klaksvík.
Borihol eru grøn
Nýliga hevur fyritøkan Bora lagt saman við fyritøkuni Jarðhita. Jarðhiti og Bora hava samanlagt borað áleið 2.000 hol. Um vit siga, at eitt hol sparir 3.000 litrar av olju, sparir eitt hol 3.000 litrar × 2,3kg/l = 6.900 kg ella 7 tons pr. hol pr. ár. 2.000 hol spara sostatt 14.000 tons av CO²-útláti hvørt ár minus oljunýtsluna at framleiða streym. Siga vit, at vit eru 50% grøn árliga, so spara 2.000 hol 7.000 tons CO².
Søgan um Bora
Bora var ein fyritøka, sum P/F Maria Poulsen átti ein part av, og hetta samstarvið hevur hildnast væl og heldur tí á inn í nýggju samanløgdu fyritøkuna. Maria Poulsen fekk til vega viðskiftafólkini til Bora, sum so tók sær av at bora holini fyri tey. Parturin hjá Bora av jarðhitaskipanum er uttanduraarbeiðið – at bora holini, seta slangur í holini, trýstroyna tey og so framvegis, og síðani kemur ein HVS-fyritøka, sum nú kann vera Demich, Krossstein ella Maria Poulsen, at taka sær av restini.
Fyrimunir og avbjóðingar
Tá ið ein boring er liðug, kemur HVS-fyritøkan við eini hitapumpu, tekur gomlu skipanina niður, setir hitapumpuna til og bindur hana í rørini inni í húsinum og slanguna í jarðhitaholunum. Talan er um grøna orku, og har eitt nú størsti kappingarneytin, luft-til-vatn, tekur hitan úr luftini, tekur jarðhiti hann, sum orðið sigur, úr jørðini í staðin. Jarðhitaskipanin er effektivari enn luft-til-vatn, tí borað verður niður á 240-metra dýpd, og har er ofta væl heitari enn í luftini. Ørvur nevnir, at niðri á 200-metra dýpi eru umleið 17°. Men tá tað kemur upp í pumpuna, er tað í meðal 6°-7° heitt. Hetta er heitari enn í grannalondunum. Ein vansi við luft-til-vatn er eisini, at útieindin slítist, og meira viðlíkahald krevst av luft-til-vatn enn av jarðhitaskipanum.
Vansar eru eisini við jarðhitaskipanum, men tær eru smáar, og royndirnar vísa, at dálkingin frá boridusti ella -støvi er væl minni, enn ein hevur hildið, serliga vegna føroyska basalt-tilfarið. Meira um boridustið er at lesa í aðrari grein her um blaðið.
Gott við samanlegging
Samanleggingin við Jarðhita er gingin væl, og stjórin sær bara fyrimunir við at hava lagt saman. Teir eru helst framvegis ov nógvar fyritøkur, heldur hann, og tað er nokkso upp og niður við eftirspurninginum eftir jarðhita. Samanleggingin hevur tí gjørt tað meira støðugt at virka á tí marknaðinum. Tilsamans eru tríggjar fyritøkur í Føroyum, sum bora jarðhitahol.
Ikki líka væl smurt gongur tað við at fáa føroyingar yvir til grøna orku. Leysliga mett eru einar 12.000 oljufýringar eftir í Føroyum, og tað fer at taka nógv ár at fáa tað skift yvir til grøna orku.
Stuðulsskipaninar ikki nóg góðar
Onkrar stuðulsskipanir eru inni, men tær eru skrúvaðar saman soleiðis, at um ein fær til dømis minst 80% av síni orku frá eini grønari orkuskipan, so fæst MVG-afturbering. Men frá 2025 av fer bert at vera møguligt at fáa 75% í afturbering.
Framyvir fer tað sostatt at verða minni attraktivt fíggjarliga at skifta yvir til grønar orkuskipanir. Men í Jarðhita/Bora siga teir, at teir halda prísirnar so lágar sum gjørligt fyri at kunna vera kappingarførir móti luft-til-vatn-hitaskipanunum.
Kostnaður
Til spurningin um, hvat ein jarðhitaskipan kostar, svarar Ørvur, at tað veldst um stødd av húsinum, men fyri eini miðal-sethús, sum eru væl bjálvað, kann talan vera um 150.000 krónur uttan mvg. Eini stór hús við samsvarandi stórum orkutørvi kunnu hinvegin væl nærkast 180.000 krónum uttan mvg fyri eina jarðhitaskipan.
Har skal tó sigast, at stóru húsini vanliga eisini brúka meira í olju frammanundan, og tí kann sparingin væl vera líka stór, ella størri, við at leggja um til jarðhita. Ørvur brúkti umleið 4.000 krónur um mánaðin at hita síni hús við, skifti so til jarðhita, og rokningin fór niður í 800 krónur um mánaðin. Hann leggur afturat, at tað vanliga tekur umleið 5 til 6 ár at vinna íløguna inn aftur. Jarðhiti krevur heldur ikki tað stóra av viðlíkahaldi samanborin við aðrar orkuskipanir.
Besta reklaman er munn til munn metodan
Í dag eru teir 6 mans á Bora/Jarðhita, og teir eru limir í svenskum felagsskapi, sum eisini hann veita arbeiðsmegi, um tað stendur á. Fyritøkan hevur skrivstovur, goymslur og verkstøð í bæði Klaksvík og í Tórshavn.
Ørvur Heinesen endar við at siga, at tann besta reklaman fyri jarðhita er at tosa við onkran, sum hevur fingið sær jarðhita.