Børnini og Summarfestivalurin
Eg havi enn ikki funni fram til, at ein býur letur einari privatari fyritøku miðbýðin í fleiri dagar uttan gjald, men í staðin fyri hevur útreiðslur av tiltakinum
Tað gjørdi mær ikki sørt ilt, at børnini skuldu rinda fyri at koma til ymisk tiltøk á Summarfestivalinum. Sjálvandi eri eg fullgreiður yvir at alt kostar, men skulu vit trívast í Klaksvík og fáa fólk hendavegin, mugu vit serstakliga hugsa um børnini, eisini tí at hetta er ein stórur fíggjaligur kostnaður hjá foreldrunum.
Summarfestivalurin er komin fyri at verða og tað eiga vit at stuðla uppundir, Klaksvíkar Kommuna er ein tíðandi viðspælari og stuðul hjá Summarfestivalinum.
Í roknskapinum fyri 2023 framgongur, at útreiðslurnar fyri Summarfestivalin, sjómannadagin v.m., vóru kr. 571.000,-, av hesum meti eg at umleið kr. 300.000,- vóru í sambandi við Summarfestivalin.
Eg havi enn ikki funni fram til, at ein býur letur einari privatari fyritøku miðbýðin í fleiri dagar uttan gjald, men í staðin fyri hevur útreiðslur av tiltakinum.
Gamaní, hevur býurin nakrar inntøkur av slíkum tiltøkum, men umleið 70% av fyritøkunum í Klaksvík eru ikki heimahoyrandi í Klaksvík. So tað kann bara verða ein partur av partafelags inntøkunum hjá landinum, sum fella aftur til Klaksvíkar.
Og ein av størsti veitarunum hjá Summarfestivalinum er ikki heimahoyrandi í Klaksvík og leggur tí einki peningaligt eftir seg í kommunukassan.
Summarfestivalurin er ein uppliving hjá mongum og kommunan skal framvegis vera ein týðandi viðspælari.
Eg meti tað tó rímiligt, at eftir 20 ár er tíðin komin at broytingar verða gjørda. Soleiðis, at øll børn 14 ár og yngri, sleppa til øll tiltøk á Summarfestivalinum ókeypis.
Tað hevði samstundis, havt eina jaliga ávirkan á umdømi hjá Summarfestivalinum, sum ein meira familjuvinarligur festivalur. Eg ivist onga løtu í, at fleiri høvdu komið til festivalin.
Tí vil eg mæla til, at komandi Býráð tekur upp samráðingar við Summarfestivalin, fyri at fáa eina semju um hesi viðurskifti í framtíðini.
Vinarliga
Ísak Mikladal, valevni á lista A til kommunuvali.