Hallur í heimahøll
700 glaðir fjeppara sungu saman við Halluri í Varpinum í gjárkvøldið. Hallur komin hoym, sum teir høvdu valt at kalla konsertirnar.
Tvær fullsettar konsertir. So gott var lagið, at tú slapp ikki til hús fyrr enn klokkan var farin av hálvgun eitt í nátt.
Eitt sera væl mannað lið. Tey, ið spældu og sungu, vóru Jákup, Beddi, Pauli, Janus, Kristian Pauli, Tórður, Michael, Kristina og Jessica.
Hetta krevur professionalismu av hægsta stigi, sum Hallur og hansara fólk eisini levera allan vegin. Gestasangarar vóru Jessicu Hallursdóttir, Kristinu Bærendsen og Sámal Ravnsfjall. Andras Sólstein spældi á trompet á tí eina lagnum.
Hallur fegnaðist um tær góðu umstøðurnar, Varpið hevði at bjoða og kendi seg rættiliga hoyma her.
Stórfjepparin, Birgir Kruse hevur nógv rósandi orð at bera konsertini og Hallur, sum hevði heili 25 løg á settlistanum.
Birgis skrivar m.a. soleiðis: "Fríggjakvøldið varð Varpið á tremur av fólki, sum í tveimum umførum vildu sleppa at hoyra býarbarnið, sangaran og orkesturleiðaran, Hall Joensen. Eg var til fyrru konsertina, og um eg so valdi fimm parametur sum ýti, so kundi eg ikki annað enn verða nøgdur, ja meir enn tað, himmalskliga fegin, at uppliva Hall á heimavølli í Varpinum kvøld".
Les ummælið hjá Birgiri her