Lýsing
Lýsing

Hjarta aftur í politikk

SKRIVAÐ: Petur Asano  |  09.11.2024 - 21:00 Politikkur Tíðindaskriv

Miðflokkurin hevur veri við í stóra valfundinum á Varpinum tann 5. November. Eg kundi ikki lova nógv tí vit eru so bundin av skuldinum. Mítt fokusi var realistiska vallyftir. Kommunan hevur ikki ráð til, at seta stórar íløgur í gongd. Kommunan hevur heldur ikki ráð at seta skattaprosenti niður. Spurningurin er, at hvat kunnu vit gera komandi fýra árini? Her er nøkur punkt sum eg fari at arbeiða við: 

 


Eldraøki: 
 •Meira bonkur á gøtuni
 •Tey sum sita í røktarheim kunnu fara út, at fáa frískan luft við hugnaligum umhvørvið. 
 •Heimahjálpina skulu styrkjast


Umhvørvið og býarplanlegging:
 •Skilja rusk í allari kommununi
 •Bilarnir skulu fara undir jørð har parkeringskjallari verða nýttur
 •Skil í kavarudding í Klaksvík


Trivnaður og mentan:
 •Betri busssamband

 •Veita sálarliga hjálp til tey, sum eru yngri enn 15 ár. •Varpið verður nýtt til fjølbroyttan mentanartiltøk. 


Bygdirnar og ferðavinna:
 •Regulert borgarafundur í útjaðaranum.
 •Økisnevnd í býráði. 
 •Farstøðin skal brótast niður fyrst og fremst. 


Fíggjarstýring:
•Her stuðlar miðflokkurin Karl Johansen og arbeiða fram yvir sama fíggjarstýring komandi fýra árini
 •Veik, óhjálpin, heimleys, sjúk, og fátøk verða raðfest og tryggja, so ongin dettur niðurímillum. •Barnafrádrátturin hækkar eyka fyri hvørt barnið, fleiri enn tvey 


Einmansherður
 Alíkavæl um eg eri einsamallur fari eg, at gera mun! Eg var einsamallur fyrstuni, at umvæla svimjihylin í Svínoy. Tá var undirtøkan lítil men nú er hann stór. Eg og saman við teimum sum eg arbeiddi við hava megna at fáa kommunan at umvæla hylin! Eg eri ung, men eg havi nýhugsan. Tað var bara eg sum var heitur uppá parkeringskjallari og at gera nakað við farstøðina í miðbýnum. Tað var bara eg sum kundi koma við hugskoti, at geva frítíðarkort sum starvsfólkatilboð har tað manglar starvsfólk í kommununi. Bústaðarmøguleikar er eitt stórt trupuleiki, og her skal man hava ung fólk til, at verða við í tí arbeiðinum! 


Tey kristnu virðini 
 Miðflokkurin byggir á tey kristnu virðini og næsti kærleiki. Hetta skal eisini síggjast á býráðnum.  Nú er nokk við innanhýsis klandur. Nú er nokk við, at fokusi verður sett á asfalt, betong, skrivstovuveldi og egin áhugamál! Kommunan skal verða fyri teimum veiku í samfelagnum fyrst og tryggja okkara grundvirðini í kommununi.
Fyri fyrstu ferð kunnu tit seta X á lista H í Klaksvíkar kommunu! 


Ynski tykkum eitt gott val og Guðs signing!


Petur Asano, Miðflokkurin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Valið er av
Samgongan nærkast millum B-C-D-E
Karl H. Johansen fremstur við 304 atkvøð…
Bunkin hjá Karl veksur skjótt
Uppteljingin byrjað
64 fleiri høvdu valt kl. 16.00
Fortov frammanfyri Varpið
344 brævatkvøður í Klaksvík
41 fleiri høvdu valt kl. 14.00
4082 hava valrætt í dag - 40 fleiri enn…
Áron Sofus Vest
Friða jørð og útgrevstur
Norðlýsið á kvøldarkafé
Skorheim í studio
Rás 2 sendir frá kommunuvali­num, bæði sj…
Fríðin komin á gátt
Ferðslu­kunning í samband við valið
Andreas vitjaði Norðlýsið
Myndarøð: Gott veður og gott lag á velja…
Svar mítt, Miðfloksins vegna, til skilag…