Lýsing
Lýsing

Norðoyingar fáa eina hugfarsliga bók um seg sjálvar

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  14.11.2024 - 17:05 Mentan Tíðindi

Tá ið pensionistar ganga og dreiva og hava betri stundir at hugsa um annað enn tað, teir hugsaðu um, tá ið arbeiðið fylti alt, birtast mangar sjaldsamar hugsanir.

 

Ein slík hendi Jákupi Andreasen, meðan krúnusjúkan legði so mangt vanligt og gerandisligt lamið og fekk dagarnar at grána.

Hann vav sær eitt litfagurt klútateppi úr løtum, sum frystar eru í myndum, og skapti úr teimum ein bita um Norðoyggja søgu, sum hann sjálvur hevði verið vitni til.

Hann minnist allar teir í ketilsdrakt, teir í egningarskúrunum, fullfermdu bátarnar, ógvisligu ferðirnar út í útoyggjar eftir mjólk.

Hann hugdi at teimum, hann plagdi at síggja sum drongur og unglingi, og hugurin fór á reik.

Hugareikingina festi hann á blað og skrásetti á henda hátt eitt gott blað í Norðoya søgu.

 

Ógemeina hugfangandi staðbundin søga

Jákup leggur bókina fram í Varpinum sunnudagin tann 17. kl. 16.

Hann fer at vísa hesar stuttligu og mangan meistaraligu myndirnar á stórskíggja.

Møtið fjølment og endurlivið fólk og pláss, sum hava verið tykkum kær ella sjaldsom ella stuttlig.

Hetta verður sunnudagin tann 17. eftir døgurðalúrin, beint eftir kaffi, og áðrenn nátturðin stendur á borðinum.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flúgvandi byrjan hjá Eyðuni Klakstein í…
Lands­fundur hjá Fólka­flokkinum
Konsert við Marjun og Ferminningu­num í K…
Norð­oy­ingar fáa eina hugfarsliga bók um…
- Halda lista Á fyri rukku
Bæði í Tórshavn, Klaksvík og Runavík vór…
Anfinn í Toft skal leggja býin til rætti…
Karstin og Karl Martin - Lær tú barnið
Sylvia hevur telvað væl
Marknaðardagur á Fossánesi
Jósef Jacobsen yvirtikið Litsmiðjuna
Signhild verður mentan­arnevndarfor­kvinna
Annika Steintórsdóttir Biskopstø verður…
Jenis av Rana við nýggjari bók
Jólasøla á Verkstað­num á Brekku
Karl stjórnar Klaksvíkar kommunu
Nýggj samgonga í Tórshav­nar kommunu
Havnin á odda
Kommunuval og manna­rættindi
Samgonga skipað