- Halda lista Á fyri rukku
So bersøgin er Ólavur Larsen, ið er stóri stemmuslúkurin i Fuglafirði.
Ólavur Larsen skrivar soleiðis inni á facebook bólkinum hjá Fuglfirðingum
Listi B og Listi F fóru til samráðingar 10 min eftir valið, og avráddu at Dávur skuldi halda fram sum borgarstjóri og Eyðun sum varaborgarstjóri. So var tann avgerðin tikin. Listi Á hevur fingið bjóða formanssessir í orku- og umhvørvisnevndini og í sosialu nevnd, tí teir sessirnar klára B og F ikki at fylla út alíkavæl.
Tað hava vit, sjálvsagt, takka nei til. Tað er ikki eitt samstarv, tað er at halda Lista Á fyri rukku. Um mann vil samstarv, so bjóðar mann øllum inn á einum hvítum pappíri og finnur loysnir saman.
Listi B og Listi F skuldu havt stilla upp sum ein listi, tá teir púra opinlýst eru tað sama. Um tað hevði verið gjørt, so høvdu teir ikki havt meirilutan í komandi býráði. Listi B og Listi F vilja ikki innsíggja, at Listi Á hevur gjørt besta valið nakrantíð í Fuglafjarðar søgu og vilja ikki innsíggja høga persónliga atkvøðutalið sum eg fekk. Teir leggja einki í tað og leggja einki í, hvat fólkið sum býr her ynskir.
Tað dragar seg um at fáa makt og kosta hvat tað vil.
Eg nevndi fyri Dáva og Eyðuni, at borgararnir fóru at blíva púra svakir, um teir ikki vildu lova okkum framat. Borgarstjórin segði bara, at tað legði hann einki í.
So hava tit borgarar fingið hesa kunning.