Klaksvíkar Tónlistarskúli ynskir sær konsertsal
Fyrst og fremst ynskja vit okkum ein lítlan sal til framførslur, har vit eisini kunnu venja við størri bólkum, til dømis 30-40 næmingum saman, sigur Helga Gerðalíð við Norðlýsið
(grein úr blaðnum undan jólum)
Nú jólini eru í hondum, hevur Norðlýsið verið í sambandi við Klaksvíkar Tónlistarskúla, sum hevur eitt jólagávuynski frá nýsetta býráðnum: Ein veruligan konsertsal. Ynskið er stílað til Klaksvíkar Kommunu, tí tað er hon, sum sambært musikkskúlalógini hevur skyldu til at útvega musikkskúlunum í kommununi hóskandi høli. Vit skifta her orð við Helgu Gerðalíð, leiðara, um bæði hetta, um skúlan sum heild, viðurskifti kring skúlan, eins og um leiklut skúlans í samfelagnum.
Helga Hilmars Gerðalíð er av íslendskum uppruna og er lærd innan klaver, orgul og tvørfloytu. Eftir skúlagongd í Íslandi fór hon til Týsklands at læra í 4 ár, og í 1980 kom hon so til Føroya og fekk starv á Tónlistaskúlanum í Klaksvík. Áðrenn hetta var Bogi Lützen einsamallur á skúlanum. Tað gjørdi, at tey høvdu umleið 50 næmingar í part. Tá 1980-árini fóru at halla, fekk Helga børn, og tey gjørdust tilsamans 4 í tali, og tað merkti, at hon fór í farloyvi í nøkur ár.
Í 1996 varð Helga biðin um at gerast leiðari av Tónlistaskúlanum. Helga hevur sostatt verið leiðari ella stjóri í 28 ár. Vanliga høvdu tað verið fólkaskúlalærarar, ið høvdu til uppgávu at vera leiðarar har, meðan í dag skal leiðaraútbúgving til. Musikkskúlalógin fyriskrivar, at musikkskúlarnir eru fyri øll, og tað merkir, at teir skulu upptaka øll tey, sum ynskja at fáa musikkundirvísing. Lógin áleggur eisini kommununum at útvega bæði hølir og amboð til musikkskúlarnar, og land og kommuna eru felags um læraralønirnar (50% í part), tó so at kommunan einsamøll rindar fyri leiðaran.
Hølisviðurskiftini ein stór avbjóðing
Klaksvíkar Tónlistaskúli liggur á Gerðagøtu, beint upp at Skúlatrøð, í bygninginum, sum stundum verður róptur ”Gamli Skúli”. Eisini er undirvísing á Dávavirkinum, har Høgni Klaksstein lærir frá sær, og undirvíst verður í slagverki á Skúlatrøð. Helga Gerðalíð greiðir frá, at hølisviðurskiftini ikki eru góð. Hølini eru ov lítil, óisolerað, og serliga ovara hæddin er ikki nóg góð, tá ið tað kemur til trygd. Nakrar ábøtur eru tó gjørdar í trygdarhøpi, hvat viðvíkir eldsvanda. Tað er tó ikki nøktandi sambært leiðaranum, tí talan er ikki um nakra veruliga bruna-útgongd; bert eru vindeyguni innrættað soleiðis, at tað slepst út ígjøgnum tey.
Plásstrot er eisini, so at tá ið orkestur ella størri bólkar koma at framføra, so hava teir onki pláss at venja. Plássið til lærararnar er heldur ikki tað nógva, og tørvur er á goymsluhølum til ljóðføri og nótar, eins og skúlin manglar undirvísingarhøli; nakað, ið sum nevnt ger, at skúlin húsast á trimum adressum, og tað er sambært stjóranum ikki optimalt, tí ein fær ikki somu kontakt við lærararnar, tá ið ein er á fleiri støðum.
Tímatalið trífaldað
Á Klaksvíkar Tónlistarskúla starvast 13 lærarar, sum býta 6 ársverk ímillum seg. Av hesum eru 2 fulltíðarstarvsfólk. Tey flestu eru í føstum starvi, men arbeiða aðrastaðni eisini, onkuntíð hálvt starv í hvørjum staði. Tímatalið er trífaldað seinastu áratíggjuni, og mest eftirspurdu ljóðførini eru klaver, sum er nummar eitt, guitar, sum er nummar tvey, og teimum á baki eru hini ljóðførini nokkso javnt væl umtókt. Tey eru eitt nú tvørfloyta, blokkfloyta, el-bassur, trummur, violin, cello og horn. Klarinettfrálæra hevur eisini verið, men fyribils er ikki undirvísing í tí.
Tónlistarskúlin samstarvar við eitt nú skúlakórið á Skúlatrøð, Klaksvíkar Hornorkestur, kirkjukórið í Christianskirkjuni og við aðrar áhugabólkar. Tey, sum ganga til hornundirvísing, skulu eitt nú spæla saman við hornorkestrinum í Varpinum um ikki so leingi. Samstørvini eru vanliga skipað sum verkætlanir ella projekt, men eisini verður samstarvað tvørtur um hav. Eitt nú vóru hornleikararnir í Skotlandi í september, og Tónlistarskúlin hevur ferðast við næmingum til bæði Danmark, Noregs og í fjør til Íslands.
Samstarvað verður eisini innanhýsis í Føroyum, og úr rúgvuni kann nevnast, at partar av Tónlistarskúlanum vóru við á blásarastevnu í Nesvík, sum Norðljómur av Eiði stóð fyri. Samstørv eru annars serliga við skúlar í Eysturoynni, og so er eitt samstarv við Vága Musikkskúla um ein floytubólk, Útnyrðingur, ið framførdi konsert í Rituvík seinast í november. Tær hava eisini verið í Íslandi og spælt.
Úrmælingar spretta úr tónlistaskúlaum
Millum úrmælingarnar, ið eru klaktir á Klaksvíkar Tónlistarskúla, kann Helga Gerðalíð nevna Jógvan Hansen, Páll Sólstein, Danny Baldursson, Símun Dam, Steinvør Fonn, Jón Mørkøre, Høgna Klakkstein, Pætur Gerðalíð, Evy á Lakjuni, Karin Elsbudóttir, Alvin Ellebye, Odd Joensen og Simonu Eivinnsdóttir. Simona hevur skrivað fitt av tónleiki, sum hevur verið framførdur alment. M.a. skrivaði hon tónleik fyri Aldubáruna, sum var framførdur í Varpinum nú í summar. Simona spælir cello í einum strúkarabólki, sum kallast Arcodrós, og hevur spælt til mong ymisk høvi.
Eisini ferðslu- og parkeringavbjóðingar her
Tá samrøðan kemur inn á viðurskifti, sum Helga fegin vildi havt betrað, verða ferðsluviðurskiftini og parkeringsplássini nevnd. Leiðarin av Tónlistarskúlanum sigur, at næmingarnir – harav fleiri bert eru børn – renna yvir um vegin til bussin, og úr bussinum til skúlan. Fleiri bilførarar virða ikki reytt ljós í ljóskurvunum, og eisini renna summi børn millum gongubreytirnar, so møguliga er tað bara ein spurningur um tíð, til ein vanlukka hendir. Viðvíkjandi parkeringsplássum hevur skúlin bert fingið 3 pláss hóast høga talið av lærarum, so tað kemur javnan fyri, at lærarar aðrastaðni frá ikki fáa sett bilin frá sær.
Ambitiónin er ein konsertsalur
– ”Fyrst og fremst ynskja vit okkum ein lítlan sal til framførslur, har vit eisini kunnu venja við størri bólkum, til dømis 30-40 næmingum saman, og har vit kunnu bjóða fólki at koma inn til konsertir við børnunum, uttan at tað krevur, at vit mugu út av húsunum og taka alt møguligt við okkum, og so kundu vit afturfyri bjóðað regluligar, vikuliga afturvendandi konsertir afturfyri, eins og vit síggja nógvar skúlar gera. Í Havn hava tey til dømis konsert eina ferð um vikuna, har lærarin kemur saman við næmingum, og so spæla tey fyri fólk. Tað er ikki møguligt upp á sama máta her hjá okkum”, sigur Helga Hilmars Gerðalíð.
– ”Vit hava gamaní konsertir her inni hjá okkum, men vit fáa ikki havt fleiri enn 6-8 næmingar í senn. Vit hava nógv størri ambitiónir og kundu hugsað okkum at fingið ein sal við plássi fyri kanska 100-150 fólkum, har alt kundi staðið fast inni: flygel, slagverk og alt tað, sum skal til. Ein kann siga, at vit bara kundu farið á Skúlatrøð, men tað hevði gjørt, at alt mátti flytast aftur og fram. Best hevði verið at fingið egin høli”, greiðir Helga frá.
Lærarar ynskja góðar umstøður
Klaksvíkar Kommuna er eins og aðrar kommunur bundin av musikkskúlalógini og hevur tí skyldu at útvega Klaksvíkar Tónlistarskúla hóskandi hølir. Men leiðarin á Tónlistarskúlanum ivast í, um teir ungu tónleikalærararnir fara at tíma at koma til Klaksvíkar at arbeiða, tá ið umstøðurnar nú eru so vánaligar, sum tær eru, serliga um viðkomandi eisini skal koyra ímillum frá øðrum plássum av, eitt nú úr Havnini. Í løtuni hevur Tónlistarskúlin tó ágrýtnar, ungar lærarar, sum tíma væl at arbeiða við næmingunum, leggur leiðarin avgjørd afturat. Tað er meira framtíðini, hon stúrir fyri.