Lýsing
Lýsing
Pallborðsfundur í Húsinum
Nú eitt ár er fráliðið síðan býráðsvalið, hava tey í Húsinum sett býráðslimunum stevnu at tosa um ungdómspolitikkin hjá Klaksvíkar kommunu
Fíggjarætlanararbeiði er í gongd í hesum døgum, so time'ingin fyri fundin er góð.
Ljóðið í Húsinum verður diskuterað, upplatingartíðir hjá Húsinum, eins og eitt útiøkið kring Húsið.
Ongin politikari lovar tó tað heilt stóra, men teir hava nógv rósandi orð til starvsfólkini og tilboðið annars.
Húsið kostar 3 mió kr í starvsfólkaútreiðslum, umfram eina mió kr í rakstri annars, upplýsti Beinta Gregersen leiðari í Húsinum.
Børnini høvdu fleiri hvassar spurningar til politikararnar.
Nú verður spennandi at síggja játtanina til Húsið fyri fíggjarárið 2026
Seinastu tíðindini