Lýsing
Lýsing
Terji tikið sæti á tingi
34 ára gamli Terji Beder hevur tikið sæti á Løgtingið fyri Javnaðarflokkin. Terji er varafólk fyri Henrik Old, sum er farin í farloyvi.
Hetta er aðru ferð, at kambsdalsbúgvin Terji Beder situr í Løgtinginum. Hann er útbúgvin sosiologur og kandidatur í útbúgvingarvísindum, arbeiðir í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum og býr í Vestmanna. Eitt skifti var Terji formaður í Giktafelagnum.
Nýggi tingmaðurin fekk 145 atkvøður á løgtingsvalinum í 2022.
Seinastu tíðindini