Hjartastart 2025
Hósdagin 23. oktober skipar Reyði Krossur fyri ”Hjartastart 2025” í Klaksvík.
Hetta er ein dagur, har vit seta sjóneykuna á fyrstuhjálp og hvussu tú brúkar ein hjartastartara, tá hjartað steðgar.
Hjartastart 2025 er viðkomandi fyri øll – privatfólk og feløg – ið vilja gera sítt til, at tú kanst fáa hjálp beinavegin, tá á stendur
Hvar: Reyðakrossbúðin í Klaksvík verður karmur um trý tiltøk hendan dagin, har øll eru vælkomin:
Kl. 10–12: Málbólkurin eru børn í 2.–3. flokki – øll børn kunnu tó fáa gagn av at møta, og tey sleppa at síggja hjartastaran og dukku – børnini sleppa at royna seg!
Kl. 14–16: Málbólkurin eru eldri fólk – tað verður hugnaligt samskifti, og tey kunnu royna hjartastartaran sjálvi
Kl. 18–20: Málbólkurin eru ítróttarfeløg, skótar og onnur, sum hava tíð og hug at koma framvið.
Endamálið er at gera tað so greitt sum møguligt, hvat tú kanst gera, og hvussu tú bert teg róliga at, tá ein fær hjartasteðg – og at ringt verður til 1-1-2
Á tiltakinum vera Fyrstuhjálparinstruktørar, Samarittar, Norðoya Bjargingarfelag, Klaksvíkar Sjúkrahús og Klaksvíkar Sløkkilið.
Vælkomin til Hjartastart 2025 – tað kann bjarga lívi!