Lýsing
Lýsing
Lýsing

U19 landsliðskapping í flogbólti í Havn um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  22.10.2025 - 13:13 Ítrottur Tíðindi

Um vikuskiftið verður ein U19 NEVZA kapping í høllini á Hálsi í Havn. NEVZA er norður evropiska flogbóltsøkið hjá Evropisku flogbóltssamgonguni, CEV.

 

Tað eru tey ið meta, at bæði liðið hjá kvinnum og liðið hjá monnum í ár hevur møguleika fyri at vinna seg í finaluna í kappingini. Orsøkin er eitt samanfall av árgangum, har leikarar, sum nú hava verið við á U17 og U19 liðunum í nøkur ár nú eru komnir at síðsta árið í hesum aldursbólkum og tí verða mettir at vera rættuliga sterkir í mun til leikara úr hinum londunum. 

Leikt verður fríggja-, leygar- og sunnudagin í høllini á Hálsi.

Venjarin hjá ungu monnunum, Boban Ilic og hjálparvenjarin Oleksandr Dmytriiev hava úttikið endaligu 12 leikararnar, sum fara at mynda føroyska U19 liðið hjá monnum.

Somuleiðis hevur Ciro Zoratti, sum er høvuðsvenjari hjá U19 kvinnunum saman við hjálparvenjarunum Daria Burrows og Mileta Vesovic útikið sítt U19 kvinnulið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gadus siglir heim
Terji tikið sæti á tingi
Hjartastart 2025
Skipið kommunur­nar í størri eindir
U19 lands­liðskapping í flogbólti í Havn…
FM Radio: Tummas og Jógvan vitja Norðlýs…
Vinnulívið netverkar í Rótini
Friður á pallinum: Fleiri atgongumerki s…
Netverksfundur í Rótini: Morgunmatur og…
FM radio á Norð­lýsi­num, 21. okt 2025
Atgongumerkjasølan byrjað
Fleiri lokalir leggjast afturat KÍ-hópin…
Pelagisk rekord: Asbjørn selt fyri 46 mi…
Dansihugni byrjar aftur
Lógin heimilar ikki ætlanini at seta ALS…
Vónbjørt Vang vunnið bókmentavirðislønin…
Vinn atgongumerki til KÍ veitsluna
Klaksvíkar Sjúkra­hús: SAHVA flutt
Felagsdøgurði og pallborðsfundur - almen…
”Gamal nýggjur” filmur um Føroyar