Rættartrygdin sett til viks í Klaksvíkar kommunu
Setanartilgongdin av nýggjum kommunustjóra í Klaksvíkar kommunu skuldi verið ein faklig og umsitingarlig tilgongd – sum allar slíkar setanir higartil hava verið. Men hesa ferð hevur meirilutin valt at gera hana politiska. Tað merkir, at borgarstjórin og varaborgarstjórin hava tikið eitt umsitingarligt mál og gjørt tað til eitt politiskt vápn.
Hetta er sera álvarsamt.
Vanliga hevur setanartilgongdin verið skipað av umsitingini, har fakligheit og rættartrygd eru í hásæti. Nú hevur politiski meirilutin tó valt at broyta mannagongdina. Tað, sum grovari er, so er hetta avgjørt uttan viðgerð í býráðnum.
Uttan um býráðið er politiskur setanarbólkur valdur at stýra tilgongdini.
Tað steðgar ikki her. Í kvøld hava vit býráðslimir í kommununi fingið kunning frá borgarstjóranum, at fimm politisk umboð eru útvald í bólkin. Fýra umboð eru frá meirilutanum og eitt frá minnilutanum. Og um hetta ikki er nokk – tey hava eisini sjálvi valt, hvør úr minnilutanum skal sita í bólkinum. Tað er púra óhoyrt og eitt beinleiðis brot á fólkaræðisliga virðisgrundarlagið í kommununi.
Tá politiskir leiðarar taka sær vald, gera faklig mál til politisk, so verður rættartrygdin sett til viks og álitið á skipanina viknar. Klaksvíkar kommuna SKAL leiðast av fólki, sum virðir fólkaræðið og politisku skipanina. Í løtuni kann eg ikki siga annað enn, at politiski leiðsluhátturin í meirilutanum er líkur einaræðileisti, undirgravingarvirksemi og líkasælu.
Eyðstein Poulsen
Sí samtyktu fólkaræðisligu mannagongd í kommununi:
LUTFALSVAL
§ 16
1. petti
Tá ið býráðið skal velja 2 ella fleiri limir í nevndir, stjórnir ella tílíkt, fer slíkt val fram eftir lutfalsvalháttinum.
2. petti
Við lutfalsvali verður skipað til ein valhátt, har býráðslimir frammanundan boða borgarstjóranum frá, at teir ganga saman í valbólk, og at teir vilja atkvøða saman.
3. petti
Limatalið í hvørjum bólki sær verður skift sundur við 1, 2, 3, o.s.fr. Bytingartalið, sum tá kemur fram, ásetir ta raðfylgju, ið hvør bólkur kann velja sítt umboð.
4. petti
Eru tvey ella fleiri bytingartøl líka stór, verður raðfylgjan funnin við lutakasti, sum borgarstjórin skipar fyri.
5. petti
Tá ið avgjørt er, hvussu mong umboð hvør bólkur skal hava, eiga bólkarnir sum skjótast at boða borgarstjóranum frá, hvør umboðar hvønn bólkin.
6. petti
Sigur ein bólkur frá sær rættin at seta eitt ella fleiri umboð, verða teir leysu sessirnir býttir millum hinar bólkarnar eftir pettunum 1–3.