Hoyrnin veitir hjálp til tey, ið stríðast við tinnitus
Tinnitus kann ávirka lívsgóðskuna hjá teimum, ið eru hart rakt av tí. Tinnitus kann lýsast sum ein støðugur ella skiftandi tóni, sús ella murr, sum hoyrist uttan nakra ljóðkeldu. Hóast tinnitus ikki er vandamikið, kann tað vera sera órógvandi fyri summi. 40-45% av fólki upplivir tinnitus í styttri ella longri tíðarskeið, til dømis eftir eina konsert, 10-15% eru beinleiðis plágað av tinnitus og hjá umleið 1% er støðan so álvarsom, at tað hevur stóra neiliga ávirkan á teirra lívsgóðsku.
Ráðgeving og hjálp fyri tinnitus
Tinnitus stavar ofta frá skerdari hoyrn og tað finst eingin grøðandi viðgerð, men tað er tíbetur møguligt at minka ampan og læra at liva við støðuni. Hoyrnin er nú farin undir at bjóða serkøna ráðgeving og hjálp fyri tinnitus. Vegleiðing og ljóðterapi við hoyritólum kunnu hjálpa nógv, og fyrsta stigið er at kanna hoyrnina fyri at síggja, um hoyritól eru neyðug. Fyri at kunna veita so munagóða hjálp sum til ber, er sera umráðandi at skilja orsøkirnar og arbeiða við støðuni.
"Vit vilja gera alt fyri at tryggja, at øll kunnu fáa eitt virkið og sosialt lív, hóast avbjóðingar við hoyrnini. Tey, ið stríðast við tinnitus, kunnu nú fáa hjálp til at læra at liva við støðuni og minka um ampan”, sigur Jutta Nielsen, audiologopedur, ið tekur sær av nýggju tinnitusráðgevingini hjá Hoyrnini.