Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eyðgunn: Veruligi avrikslistin hjá Jørgen og kompaní

SKRIVAÐ: Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna Javnaðarfloksins  |  03.01.2025 - 15:46 Politikkur Tíðindaskriv

Nú um dagarnar síggja vit Jørgen Niclasen bæði á video og í eini grein koma við boðskapum um avrikini hjá samgonguni. Sum ein fyrstafloks gyklari sjonglerar hann við alskyns tølum, bæði um lønarhækking og skattalætta.

 

Fyri at gera tað greitt beinanvegin, so fær arbeiðarin dupult so nógv í skattalætta enn tann vælbjargaði við skattalættanum hjá samgonguni. Øðrvísi var við flatskattinum. Meira um tað seinni.


Jørgen hevur sjálvur sum fíggjarmálaráðharri skrivað undir nógvar lønarsáttmálar, har akademikaranar og politikarar fingu meir í lønarposan enn sjúkrarøktarfrøðingurin. Orsøkin var, at lønin eisini tá var ásett í prosentum, hóast onkur hendinga sáttmáli hevur verið í krónum.


Tað er ein sannroynd, at so leingi samráðst verður í prosentum og ikki krónum, so hækkar hægra lønin lutfalsliga meir enn tann lægra - og so leingi kann Jørgen manipulera við hesum.


Javnaðarflokkurin hevur ferð eftir ferð ført fram, at vit ynskja at samráðast skal í krónum.


Fólkaflokkurin manglar helst egin avrik at koma við, ella vil man flyta fokus burt frá egnum avrikum. Kanska tí man ikki er so errin av sínum egnu avrikum?


Í 2012 fingu vit flatskattin, sum Jørgen og Fólkaflokkurin áttu við húð og hár. Har var ongin lætti til vanliga arbeiðaran. Nei, tað vóru tær hægstu inntøkurnar, sum fingu, og tær fingu ikki smávegis.


Sum onkur tók til – ein heilan flatskíggja afturat um mánaðin.


Samstundis fekk ein arbeiðarainntøka áleið 600 kr. í lættað um árið ella 50 krónur um mánaðin.


Ein lønarinntøka á 50.000 kr tá, fekk gott 3.800 kr um mánan, heili 76 ferð meira enn arbeiðarin!


Tann sum tjenti kr 100.000 um mánaðin fekk 6.800 kr um mánan í lættað, heili 136 ferð meir enn arbeiðarin!!


Fíggingina av hesum skattalættanum máttu vit øll gjalda við forskattingini av okkara pensjónum, sum tók pengarnir frá komandi ættarliðum og læt peningin til tey, sum frammanundan høvdu mest. Nú vilja teir aftur taka pensjónina - hesuferð skulu vit fíggja okkara bústað við okkara egnu pensjón.


Hetta er so sanniliga ikki nakað at verða errin av, og tí má man royna at flyta fokus til tað, sum hini hava gjørt.


Um vit taka EIN setning úr avrikslistanum hjá Jørgen so sigur hann: “Vælbjargað hava fingið skattalætta”. Veruleikin er, at ein arbeiðari í 2025 fær ein lætta á millum 545 og 630 kr um mánaðin meðan ein, ið forvinnur 800.000 fær umleið 250 kr um mánaðin.


Tað vil siga at arbeiðarin fær dupult so nógv í skattalætta enn tann vælbjargaði.


Hesi somu vælbjargaðu fingu, sum nevnt omanfyri, fleiri 1000 kr. meir um mánaðin í skattalætta frá Fólkaflokkinum.


So kunnu fólk sjálvi meta um, hvussu eftirfarandi avrikslistin annars er.


Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna Javnaðarfloksins

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinasti kjansur at uppliva Regin Smið!
Televeitarar oysa børn undir í GB
KÍ var ikki áhuga í Brandi
Hevur KÍ mist atdráttarmeg­ina?
Suður­streymoyar Útróðrar­felag hevði aðal…
Júst so, Løgmaður. Lata vit standa til,…
Skoyta í Klaksvík
Áheitan á løgmann - Latið pensjónistarna…
Møtir í Buli á Signabø um vikuskiftið
Reiðara­felagið vendir tumlinum niður – o…
Fingu lovað at sleppa at arbeiða minni –…
Uppsøgnin av Mildrid á Lógv sett úr gild…
Eyðgunn: Veruligi avrikslistin hjá Jørge…
Hoyrnin veitir hjálp til tey, ið stríðas…
Yvirskrift: Fiski­mála­ráði og Havstovan g…
Ein dýrabarur dropi i tíðarhavinum
Ein av manning­ini latið lív
Spreinging í maskinrúmi­num á Glyvursnesi
Áheitan á løgmann: Rek ikki fólk av land…
Skoytubreytin opin til kl. 20