Lýsing
Lýsing
Lýsing

Støðan á demensøkinum er átrokandi

SKRIVAÐ: Bárður á Lakjuni  |  05.02.2025 - 11:45 Politikkur Tíðindaskriv

10 ár eru liðin, síðani demsnætlanin fyri Føroyar “Gloysmk, men ikki gloymd”  varð handað Almannamálaráðnum og Heilsumálaráðnum. Tó, so sær støðan framvegis út til at vera ómetaliga trupul og avbjóðandi hjá ikki so fáum. Helst serliga hjá teimum demenssjúku, ið eru undir 67 ár. Tí hevur Bárður á Lakjuni sett avvarðandi landsstýriskvinnu fyrispurningar um hetta.

 

Í november 2024 spurdi Alzheimerfelagið spurningin: Hava politikarar gloymt demensøkið? Felagið royndi at gera vart við støðuna á demensøkinum, nú kommunuval var í hondum.

Í skrivinum ger felagið vart við, at tað verður gjørdur stórur mismunur á fólki við demenssjúku, tí umstøðurnar eru so ymiskar kring landið. Eisini vísti Felagið á, at tað var ein stórur feilur, tá kommurnar yvirtóku eldraøkið í 2015, at politiska skipanin valdi at býta demensøkið sundur millum fleiri myndugleikar og geirar við grundarlagi í aldri hjá borgaranum.

Henda avgerðin vísir seg at hava stórar neiligar fylgjur –serliga fyri tey yngru við demenssjúku. Og –sigur Alzheimerfelagið víðari –hóast bæði lands- og kommunupolitikkarar siga seg kenna til syndarligu støðuna, so er eingin, sum veruliga ger nakað við tað.

Støðan tykist bæði álvarsom og átrokandi.

Fyri at fá greiði á nøkrum viðurskiftum á økinum, hevur Bárður á Lakjuni sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, hesar spurningar:

  • Hvussu nógv av teimum 14 tilmælunum í demensætlanini fyri Føroyar frá 2015 eru sett í verk?
  • Hvussu nógvir borgarar undir 67 ár eru raktir av demenssjúku pr.dags dato?
  • Hvar liggur lógarásetta ábyrgdin fyri hesum borgarum, og hvørji tilboð um hjálp eru at heinta hjá teimum og avvarðandi teirra?
  • Metir landsstýriskvinnan, at hesi og avvarðandi teirra fáa nóg góða hjálp í lógini, sum er galdandi?
  • Um ikki, hvat metir landsstýriskvinnan so vera tað rætta at gera?
     

Bárður á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gavin DeGraw á Torsfest
Aftur góður fundur hjá Løgmanni
Úr Torraskránni: Sang- og hugnaløta í VA…
NS Hálvmaraton 2025
Nýggjur heilsu­politikkur – Vit vilja feg…
Støðan á demensøki­num er átrokandi
Eingin stillar upp ímóti formanni­num í F…
Januar 2025
Avmarkingar í landingum uttanlands skulu…
KÍ eigur 8 av 20 á kvinnu­landsliðnum
VÍF dróg longra stráið
Lions Club Eysturoy/­Klaksvík stuðlar Hu…
KÍ fær vitjan av Víkingi mikukvøldið
Daniel berg Hestad hevur fingið nýggjan…
Business-line: 150 nýggir roknskapir í…
Stuðuls­møguleikar í ferðavinnuni
Video: Klaksvíkar kommuna 85 ár
Stjørnan tekur ímoti VÍF í kvøld
Torradagar í Smæruni
Kaðalslit á vestara armi í Klaksvík