Lýsing
Lýsing
Lýsing
Presidenturin í Lions Club Eysturoy/Klaksvik handar Jóhannu Á Tjaldrafløtti skúlastjóra gávukekk á 30.000 kr

Lions Club Eysturoy/Klaksvík stuðlar Húsahaldsskúla Føroya

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.02.2025 - 21:43 Tíðindi

Tað var væl møtt upp til hugnaløtu á Húshaldsskúlanum mánakvøldi 3 feb

 

 

Skúlastjórin var fús at greiða frá endamálinum hjá skúlanum har “ungir spírar læra at liva heilsugott og burðardygt”.

Jóhanna Á Tjaldrafløtti skúlastjóri greiddi frá søgu skúlans, sum nú hevur runda tey fimmti árini, dagurin bleiv hátíðarhildin á Varpinum við einari stórari framsýning.

Hon var eisini sera íðin at greiða frá um “nýggjur skúli – ein nýggj byrjan”

Stórur dentur var lagdur á vælviljan frá landi, kommunu og stuðlum sum høvdu lagt rygg til at nýggji skúlin bleiv veruleiki.

Okkara endamál hjá Lions var at handa Húsarhaldsskúlanum eina gávu til okkurt serstakt sum tey ynsktu inn á skúlan.

Gávan á 30.000 kr skal nýtast at keypa eitt klaver til skúlan og var avtala at tosast skuldi nærri saman seinni um keyp við meira.

Skúlin borðreiddi við heimagjørdum brotbreyði við tara og humus, saman við kaffi, the og rabarbu tertu.

Lions Club Eysturoy/Klaksvík ynskir Húsarhaldsskúla Føroya hepna hond við nýggja skúlanum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Vit skulu fokuserað uppá egið tilfeing…
- Hava tit hug at boksa - komið so við!
Country Festivalu­rin 2026 verður í vikus…
Asfaltering av Kjalarvegnum
Atlantic Airways flýgur føroyskar áskoða…
Lív og livandi landsløg – søgur úr Føroy…
3,5 mió. kr. til útbygging av Gloria
Rudda byggiplássið frammanfyri Varpið
Ari Samson vitjar Norðlýsið
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Norrøna felagið í Århus á vitjan
Heimskendir gospelartistar í Varpinum le…
Deiligt at síggja landsliðs­felagarnar
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum