Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, fegnast um, at øll trý manningarfeløgini stuðla ætlanini hjá fiskimálaráðharranum um at loyva uppsjóvarskipunum at landa nógv størri part av veiðuni uttanlands, enn loyvt er í dag. Formaðurin vónar, at broytingin bara er fyrsta stigið at fáa avmarkingarnar í landingum uttanlands heilt burtur fyri allan fisk. Lokal áhugamál skulu ikki longur sleppa at seta dagsskránna í slíkum málum, leggur hann dent á

Avmarkingar í landingum uttanlands skulu burtur

SKRIVAÐ: fsn.fo  |  05.02.2025 - 07:57 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Annfinur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, fegnast um, at øll trý manningarfeløgini nú greitt hava boðað frá, at tey stuðla undir ætlanirnar hjá Dennis Holm, fiskimálaráðharra, um at loyva uppsjóvarskipunum at landa ein nógv størri part av árligu veiðuni uttanlands, enn tey sleppa í dag.

 

- Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur í nógv ár strongt á at fáa flutt hatta hámarkið uppeftir. Nú sær út til, at politiska skipanin endiliga viðurkennir, at skulu vit fáa optimalan prís fyri fiskin, so má hann seljast í fríari kapping á einum púra opnum marknaði.

- Vónandi er hetta so bara fyrsta stigið at fáa avmarkingarnar heilt burtur fyri alla veiðu, og í sambandi við tær rembingarnar og mótstøðuna, vit júst nú síggja onkrastaðni í landinum, er bara eitt at siga – at lokal virki og lokal áhugamál skulu ikki sleppa at diktera dagsskránna fyri allan fiskivinnupolitikkin, sigur Annfinnur Garðalíð.

Samsvar millum virði og hýru

Formaðurin leggur dent á týdningin av samanhaldinum millum manningarfeløgini í júst hesum máli.

- Hetta snýr seg um at fáa gjøgnumskygni í prísirnar, og at tryggja, at samfelagið fær sum mest fyri okkara tilfeingi, ogn fólksins, sum tað so fínt eitur. Men tað snýr seg sanniliga eisini um, at tey, sum manna okkara fiskifør, verða lønt samsvarandi veruliga virðinum á veiðuni. Tað hevði helst sæð rættiliga margháttligt út, um manningarfeløgini ikki vóru samd um tað – men tað eru vit sjálvandi, sigur hann.

Uppskotið um broytingarnar í sjófeingislógini er dagfest 20. desember 2024, og Fiskimannafelagið boðaði longu um jóltíðir frá, at tað tók fult undir við ásetingunum um víðkaða atgongd hjá uppsjóvarskipunum at landa uttanlands. Síðan hava hini bæði feløgini sagt sína greiðu hugsan.

- Okkara støða hevur tó allatíðina verið púra greið, tí vit hava, sum áður nevnt, stríðst fyri hesum í fleiri ár, og í hoyringssvarinum, sum Sjóvinnuráðið sendi fiskimálaráðharranum, fekk eg eisini skotið eina orðing inn um, at bæði Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið taka undir við ætlanini um at hækka hámarkið fyri landingum uttanlands, sigur Annfinnur Garðalíð.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Blaðið er komið
Einans tríggjar sýningar aftrat av Norðo…
Norð­oyastevnuróðu­rin 90 ár
Gallarí Á Stongunum
Norð­oyastevnu­konsertin hjá Klaksvíkar Ho…
Norð­oyastevnu­framsýning
Ferðslan á norð­oyastevnu
Norð­oyastevnuskráin fríggja­dagin
Býarkoyring fríggja­dagin 29. mai
Skýlisklettur 2.500 pund
- At verða mentanar­hús í miðbýnum, tað f…
- Fólk vilja gjarna fara í føroysk klæði…
Føroyar ein Maritimur Tænastudepil
Eingin Veðurstova Føroya uttan Alix
Lýsing