Lýsing
Lýsing
Lýsing

VÍF dróg longra stráið

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  04.02.2025 - 22:13 Ítrottur Tíðindi

Tað gjørdist ein rættiliga spennandi og undirhaldandi dystur, tá kvinnurnar hjá Stjørnuni og VÍF brustu saman í KÍ-høllini í kvøld. At talan var um topp og botn sást ikki. Tað gekk ógvuliga javnt á allan fyrra hálvleik, tó var tað Stjørnan sum hevði munin, og kundu tær fara til hálvleiks við eini leiðslu uppá 13-10.

Hóast byrjanin av seinna hálvlleiki ikki var góð hjá Stjørnuni, góðu tær ikki upp. Nógvu mistøk hjá Stjørnuni í álopspartinum kostaðu dyrt, og tá seinni hálvleikur var hálvrunnin, var støðan 21-15 til VÍF, men stjørnukvinnurnar fullu ikki í fátt, og spakuliga fingu tær minkað um leiðsluna hjá VÍF, og tá góðir tveir minuttir vóru eftir at leika, var leiðslan hjá VÍF minkað til tvey mál, støðan var tá 25-23 til VÍF, og rættiligur spenningur var í dystinum. Hóast Stjørnan hevði møguleika at minka enn meira um leiðsluna hjá VÍF, so komu tær ikki nærri,  og endaði dysturin við einum 28-24 sigri til VÍF.

Hóast tapið, so var tað nógv positivt í dystinum, stjørnuleikarnir saman við venjarunum kunnu taka við sær til næsta dyst.

Eitt sermerkt við dystinum var, at Stjørnan fekk rættiliga nógv brotskøst, og skoraði Durita Ljóstein uppá tey øll. Tað vóru serliga Mina Sirdal Hendriksen og Tóra Eliasen við teirra sterku gjøgnumbrotskravt, sum blivu steðgaðar óregluliga, og fingu brotskast.

Málini hjá Stjørnuni skutu: Durita Ljóstein 15, Mina Sirdal Hendriksen 5, Jancy J. Poulsen 3 og Tóra Eliasen 1

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndaarøð: KÍ - Víkingur (1-0)
Veðrið í vikuni
Mathias Lassen Samuelsen nýggjur formaðu…
Embætismanna­bólkur felags fund í Føroyum
Sangmøti í Betesda 2. páskadag kl. 18
Upptakt: KÍ-Víkingur
Til politisku flokkar­nar, ið tilevna sam…
Góðar páskir!
Stillføri kassameista­rin hjá KÍ seinastu…
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Beinir letur væl at
Komandi løgmaður er bjartskygdur
VG: Ungur klaksvík­ingur tjenar kassan
Sami formansskapur heldur fram
Almennur føroyskur dansur annað páskakvø…
Høgni endurvann FM-heitið
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur