Lýsing
Lýsing
Lýsing

Business-line: 150 nýggir roknskapir í januar mánaða

SKRIVAÐ: bl.fo  |  04.02.2025 - 17:23 Tíðindi Vinna

Heilsølu- og útgerðarfeløg í Klaksvík høvdu sera gott úrslit í 2024

 

 

Hóast lágárstíð er fyri innlatan av ársroknskapum, er talið av innlatnum roknskapum støðugt vaksandi hesa tíðina, framgongur av roknskaparportalinum Business-line, www.bl.fo.

Haldarar av roknskaparpotalinum www.bl.fo hava lagt merki til, at nýggir roknskapir síggjast nærum hvønn dag í skipanini. 

Ein orsøk til hetta er, at ein partur av partafeløgunum hava forskotið roknskaparár og hava sostatt aðrar freistir enn tey feløg sum hava álmanakkaárið sum roknskaparár. Onnur orsøk er, at fleiri feløg eru tíðliga úti við sínum roknskapum, serliga tey, ið hava góð úrslit at vísa á.

Verður hugt at gongdini hjá virknu feløgunum, ið longu nú hava avgreitt sínar roknskapir fyri 2024 sæst, at jaliga gongdin tey seinastu árini hevur hildið fram í 2024. Sum dømi kann nevnast, at heilsølu- og útgerðarfeløg í Klaksvík høvdu sera gott úrslit í 2024.

www.bl.fo er í stóran mun ein almennur portalur, har øll hava atgongd at síggja fíggjarligu gongdina, umframt vinnuskránna hjá partafeløgunum, ið inniheldur upplýsingar um nevnd, stjórn, eigarar, partapening, o.a. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Svar til Hermann Oskarsson
Atlantic Fair 2026 letur upp í morgin
"Heima sum longst" – ein virðilig visjón…
Tøkk - Hildibjarta Jacobsen
GroAqua letur Bakkafrost nýggjan 700 ton…
Atlantic Fair hevur ment Klaksvík
Norð­oyastevnan nærkast
Kamarkórið Dorimus í Varpinum í kvøld
Fólkini eru so vinarlig í Føroyum
Málið móti skip­ara­num á Galaxy slept
Atlantic Fair – 25 ár á baki
KÍ hevur fingið gongd á álopsspælið
Upptakt: B68-KÍ
Dynamit spælir á Summar Festivalinum
Bíbliu­skúlin Keldan gongur nýggjar leiði…
Serframsýning - Jógvan Asbjørn Skaale :
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…