Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

KÍ eigur 8 av 20 á kvinnulandsliðnum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  05.02.2025 - 00:52 Ítrottur Tíðindi

KÍ er nógv best umboðað á føroyska kvinnulandsliðnum hesaferð.

FSF skrivar:

Pætur Smith Clementsen hevur úttikið 20 spælarar til UEFA Nations League dystirnar móti Slovakia og Gibraltar, sum vera á útivølli 21. og 25. februar


Um smáar tríggjar vikur skal kvinnulandsliðið á vøllin aftur, tá sjøtul verður settur á eina nýggja UEFA Nations League kapping. Føroyar eru í bólki C1, saman við Gibraltar, Moldova og Slovakia.

Fyribils er tað Pætur Smith Clementsen, ið stendur á odda fyri føroyska kvinnulandsliðnum, og hann hevur nú kunngjørt hópin til dystirnar móti Slovakia og Gibraltar.

Fríggjadagin 21. februar klokkan 18:00 tekur Slovakia ímóti á Antona Malatinskeho Stadion í Trnava, og fýra dagar seinni, týsdagin 25. februar klokkan 18:00 spæla Gibraltar og Føroyar á Europa Point Stadion.

Av teimum 20, ið eru boðsendar hesaferð, er eitt spildurnýtt navn í hópinum. Talan er um Jancy Mohr úr KÍ.

Hópurin
Gunnvá Lützen, HB
Rúna Jacobsen, HB
Fridrikka Maria Klementsen, HB
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Malena Olsen, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Jancy Mohr, KÍ
Julia Naomi Mortensen, NSÍ
Sara Samson Lamhauge, NSÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Jensa Tórolvsdóttir, Víkingur
Anna Katrina Mikkelsen, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Anna Carolina Brændstrup, HB Køge (Danmark)
Petra Sigvør Snedker Hoydal, AaB (Danmark)

Á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA er Slovakia nummar 49 í heiminum, Føroyar eru nummar 110, Moldova numma 131, meðan Gibraltar í løtuni er á 185. plássi av teimum 195 londunum, sum eru á FIFA listanum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará