Lýsing
Lýsing
Stefan í Skorini, formaður í Reiðarafelagnum, undraðist í Degi og viku á, hví 10-ára loyvistíðarskeiðið, sum teimum lovað varð, ikki er við í uppskotinum um broyting av sjófeingislógini, samstundis sum hann fýltist á tað, sum stendur í uppskotinum | Mynd: Reiðarafelagið

Reiðarafelagið vendir tumlinum niður – og undrast

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.01.2025 - 21:42 Politikkur Tíðindi Vinna

Í Reiðarafelagnum hava tey ilt við at síggja góðar orsøkir til at taka undir við uppskotinum hjá Dennisi Holm um at nýskipa fiskivinnuna. Samstundis undrast felagið á, at 10-ára tíðarskeiðið, sum varð lovað at skula verða lagt fram seinasta heyst, framvegis brillierar við síni fráveru í hesum uppskotinum.

 

 

Sum tað ljóðar á Reiðarafelagnum, hevur Fiskimálaráðið tikið fyrimunirnar burtur úr lógaruppskotinum og hevur at kalla bara vansarnar eftir. 

Vansarnir eru, at antitrust-hámarkið lækkar so nógv, at tað verður at kalla ógjørligt at effektivisera og rationalisera fiskivinnuna, tí tað fer at vera væl truplari at leggja feløg saman framyvir. Ein stórur partaeigari fer heldur ikki longur at kunna keypa ein lítlan partaeigara út í sama mun sum áður, nakað sum sjálvsagt gongur út yvir dynamikkin á marknaðinum.  

Landsstýrið hevur eisini í 2023 boðað frá, at loyvislongdin skuldi vera 10 ár, og at uppskotið um tað skuldi vera klárt á heysti í 2024, men enn er onki komið. Tað fýltist Stefan í Skorini á í Degi og Viku fríggjakvøldið 3. januar. 

Hann sigur við Kringvarpið, at tað er ein greið andsøgn í bæði at vilja hava lutfalsliga høg veiðigjøld frá vinnuni, samstundis sum eitt politiskt ynski um, at kvoturnar skulu spjaðast meira.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kvøldarmyndir av heimstaðnum
Sigur til Stjørnuna á EB
Gadus fer nýggjan túr í kvøld
Kalt næstan alla vikuna
 Skattur á teir sum sigla í Norra
Seinasti kjansur at uppliva Regin Smið!
Televeitarar oysa børn undir í GB
KÍ var ikki áhuga í Brandi
Hevur KÍ mist atdráttarmeg­ina?
Suður­streymoyar Útróðrar­felag hevði aðal…
Júst so, Løgmaður. Lata vit standa til,…
Skoyta í Klaksvík
Áheitan á løgmann - Latið pensjónistarna…
Møtir í Buli á Signabø um vikuskiftið
Reiðara­felagið vendir tumlinum niður – o…
Fingu lovað at sleppa at arbeiða minni –…
Uppsøgnin av Mildrid á Lógv sett úr gild…
Eyðgunn: Veruligi avrikslistin hjá Jørge…
Hoyrnin veitir hjálp til tey, ið stríðas…
Yvirskrift: Fiski­mála­ráði og Havstovan g…