Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Magda Kronborg Guttesen

Kalt næstan alla vikuna

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  05.01.2025 - 17:04 Tíðindi Veðrið

Veðrið, sum hevur verið seinastu dagarnar, fer at halda fram í nakrar dagar afturat. Eitt lágtrýst yvir skandinavisku hálvoynni stendur mestsum í stað og dregur kalda luft av Norðpólinum ímóti okkum.

Lágtrýstið verður liggjandi, og kalda veðrið fer tí at vera verandi til hósdagin. Eitt hátrýst fer at nærkast okkara leiðum vestaneftir, og hann fer fyrst at mala av ymsum ættum, og so fer hann at koma lágt fríggjadagin, tá ið hátrýstið er farið eysturum.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin:

Frískt lot upp í strúk av landnyrðingi, 7 til 12 m/s, við skiftandi skýlofti og løtum við kavaavfalli. Um náttina veksur vindurin upp í ein strúk í vindi ella skrið av landnyrðingi, 13 til 18 m/s. Hitin fer at liggja úr frostmarkinum og niður í 4 kuldastig.

Týsdagin:

Strúkur í vindi upp í skrið norðan, 13 til 18 m/s. Um kvøldið minkar niður í frískan ella hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýloftið skiftandi og viðhvørt kavar. Hitin fer aftur at liggja úr frostmarkinum og niður í 4 kuldastig.

Mikudagin:

Frískur vindur upp í hvassan vind norðan, 10 til 15 m/s, um náttina minkar niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Skýloftið sum dagin fyri, skiftandi og stundum kavar. Hitin um frostmarkið og upp í 3 hitastig.

Hósdagin:

Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og kavaæl. Sum frálíður fer hann at mæla av ymsum ættum, og tað verður longri ímillum kavaælini. Um kvøldið skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin millum 2 kuldastig og 2 hitastig.

Fríggjadagin:

So kemur broytingin: frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, sum veksur út á dagin upp í frískan vind ella hvassan vind, 10 til 15 m/s, skýggjað og fyrst yvirhøvur turt, um kvøldið og um náttina vátakavi ella regn. Hitin 2 til 6 stig.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…