Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Durita í Grótinum er góðskuleiðari á JFK | Mynd: Jóhann Lützen

Gadus: Alt í land og alt til matna

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.05.2025 - 08:09 Tíðindi Vinna

JFK luttekur á stóru sjógætismessuni í Barcelona, sum verður hildin í hesum døgum, og eitt tað mest forkunnuga hjá teimum hesa ferð er verkætlanin ”Fishmeal & Fish Oil” frá Gadus gongur út uppá, at 100% skal koma til lands. Hetta í sambandi við, at øll framleiðslan hjá Gadus nú er góðkend til matna. Norðlýsið hitti Duritu í Grótinum, góðskuleiðara í JFK, á messuni og bað hana seta nøkur orð á.

 

 

Durita greiðir soleiðis frá: – ”Tá ið Gadus varð bygdur, var eitt ynski um, at alt skuldi koma í land, og tað hava vit arbeitt við í mong ár. Gadus varð tá skraddaraseymaður soleiðis, at alt, sum ikki varð skorið til flak, skuldi takast í land. Bæði flakaverksmiðjan og mjølverksmiðjan umborð eru sniðgivnar soleiðis, at góðskan av t.d. mjøli og lýsi er so høg sum gjørligt, eins og at matvørutrygdin er í lagi, eisini av fráskurðunum. Fráskurðirnir verða førdir fram til mjølfabrikkina, og rávøran er altíð so góð og fesk sum gjørligt, tá hon kemur fram”, og Durita sigur víðari:  

 

Sparir orku at virka umborð

– ”Tá ið ein framleiðir fiskamjøl og fiskaolju umborð, so verður orkan umborð útnyttað soleiðis, at tað er yvirskotsorka, sum verður brúkt til at hita upp við; øll orkan til ta framleiðsluna er avlopsorka. Tað er so burðardygg framleiðsla, sum tað ber til; skuldu vit framleitt tað sama á landi, máttu vit keypt orku til tað. Skipið er eisini innrættað við skilaveggjum og ymiskum rúmum til ymiska framleiðslu av fiskinum”, leggur Durita afturat. Hon heldur fram: 

– ”Produktið verður framleitt so nógv sum møguligt umborð. Alt, sum ikki fer til flak, fer til mjøl ella lýsi. Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at vit hava havt sum mál at taka alt við til lands. Um vit taka Skálaberg frá 2003, so var endamálið har eisini at hava alt í land, men tá vórðu allir innvølir og skræða fryst, og tað bæði kravdi ov nógva arbeiðsorku og tók goymslukapasitet frá flakinum, sum hevur hægri kiloprís, so tað var ikki so lætt at fáa alt til lands”, sigur góðskuleiðarin á JFK.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Greiður sigur til Stjørnuna
Føroyar mugu fáa eina nýggja støðu í hei…
Maria endaði innandura kappingarárið við…
Jákup Vilhelmsen spældi allan dystin
SF: Prísurin hækkar á midnátt í kvøld
Veðrið í vikuni
KÍ vann fyrsta steypið
Deyður springari á Borðoyarvík
229.470 krónur til børnini
1. mars - Altjóða dagur ímóti mismuni
KÍ vann Stórsteypadystin 1-0 á HB
Jákup Vilhelmsen byrjar inni hjá KÍ
Prima Facie í Miðhøllini
Vágsbotnshandilin
Hugni og gleði á Herluf's Kafé
Fyrstu valplakatir­nar komnar upp
Upptakt: KÍ-HB
Mads Boe Mikkelsen fingið nýtt felag
UPPHAV í neystinum
Húsið 20 ár
Lýsing