Lýsing
Lýsing
Lýsing

Áheitan á løgmann - Latið pensjónistarnar arbeiða!

SKRIVAÐ: Sambandsflokkurin  |  04.01.2025 - 08:46 Politikkur Tíðindaskriv

Sambandsflokkurin hevur eitt uppskot til viðgerðar í Løgtinginum, ið skal loyva pensjónistum, sum hava hug og orku, at arbeiða uttan at  gjalda eyka.

 

Sum løgmaður vísti á í sjónvarpsstovuni í D&V í gjár, um pensjónsaldur og tørv á arbeiðsmegi, so hava vit í dag tørv á arbeiðsmegi á mestsum øllum økjum. Tí er tað alneyðugt, at vit gera skipanir, sum eggja fólki at arbeiða, og tað er tað, sum uppskotið hjá Sambandsflokkinum gongur út uppá.

Tørvurin á arbeiðsmegi, kanska serliga innan heilsu- og røktarøkið, er her og nú - tí má handlast, og ikki bíðast eftir um pensjónsaldurin í 2042 verður 68 ár ella 70 ár.

 

Fleiri fáa rokning

Nú 2024 er farið afturum, eru tað fleiri pensjónistar, sum fáa eina rokning uppá fleiri 10.000 kr. frá almannaverkinum, tí tey hava verið til arbeiðis. Hetta er als ikki í lagið og eigur at verða broytt beinanvegin.

Tí er áheitanin frá Sambandsflokkinum á løgmann og samgonguna: ”Latið pensjónistarnar arbeiða, uttan at verða mótroknaðir.”

Tað kann gerast her og nú við at taka undir við uppskotinum hjá Sambandsflokkinum, ið liggur klárt til støðutakan í Løgtinginum.

 

Bárður á Steig Nielsen

formaður Sambandsfloksins

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samrøða við Theresa Turiðardóttir Kreutz…
Olevina: Kondittarar mugu virða sítt hon…
Eyðun Klakstein verður lands­liðsvenjari
Gavin DeGraw á Torsfest
Aftur góður fundur hjá Løgmanni
Úr Torraskránni: Sang- og hugnaløta í VA…
NS Hálvmaraton 2025
Nýggjur heilsu­politikkur – Vit vilja feg…
Støðan á demensøki­num er átrokandi
Eingin stillar upp ímóti formanni­num í F…
Januar 2025
Avmarkingar í landingum uttanlands skulu…
KÍ eigur 8 av 20 á kvinnu­landsliðnum
VÍF dróg longra stráið
Lions Club Eysturoy/­Klaksvík stuðlar Hu…
KÍ fær vitjan av Víkingi mikukvøldið
Daniel berg Hestad hevur fingið nýggjan…
Business-line: 150 nýggir roknskapir í…
Stuðuls­møguleikar í ferðavinnuni
Video: Klaksvíkar kommuna 85 ár