Televeitarar oysa børn undir í GB
Eins og tað ikki er loyvt at selja tubbak og rúsdrekka til børn, eigur tað heldur ikki at vera møguligt at oysa tey undir í GB. Aksel Jóhannesen, løgmaður, nevnir, at fartelefonir ikki eiga at verða loyvdar í skúlunum. Men skermnýtsla hjá børnum fer ikki bert fram í skúlatíð, og tí er neyðugt at seta mørk, bæði heima og í skúlunum. Umframt eiga vit at seta í verk heilsupolitisk tiltøk fyri at tryggja sunnari skermvanar hjá børnum.
Í nýttársrøðu sínu nevndi løgmaður, at hann ynskir at seta forboð fyri fartelefonum í fólkaskúlanum. Eg eri samd við løgmanni og hetta er eitt gott og neyðugt stig. Skúlatíðin eigur ikki at verða órógvað av skermum, og fríkorterini eiga at snúgva seg um at vera saman uttan skerm, so børnini læra at byggja relatiónir og at vera saman.
Eg eri eisini av teirri fatan, at øll tøkni, sum eru neyðug í undirvísingini, eigur skúlin sjálvur at eiga og umsita. Soleiðis sleppa næmingarnir undan at hava telefonirnar við sær í skúla.
Trupulleikin røkkur útum skúlan
Vit kunnu ikki vera so bláoygd at halda, at trupulleikin við skermovurnýtslu bert ger seg galdandi í skúlatíð. Hesin trupulleikin røkkur útum skúlan og inn í heimini. Ivaleyst er trupulleikin størst uttanfyri skúlan. Mesta skermtíðin er eftir skúlatíð – og ofta langt út á náttina. Sum foreldur havi eg roynt ymiskar loysnir fyri at avmarka skemtíðina hjá børnunum, men hesar loysnir verða oftast forpurraðar á ein ella annan hátt.
Fyrr plagdi eg at sløkkja á okkara wifi um kvøldið og soleiðis steðga børnunum at vera online. Hetta var hent, tí eg ynskti eisini at læra børnini at vakna sjálvi um morgnarnar av vekjaranum í telefonini. Hetta er tó trupult at stýra, um børnini hava tøk GB at brúka. Tí hevði eg eina avtalu við okkara telefonveitara um, at børnini høvdu í mesta lagi 1 GB um mánaðin, ímeðan tey vaksnu í húskinum høvdu 5 GB.
Televeitara oysa GB til børnini
Í tíð og ótíð koma boð frá telefonveitaranum við “gigabýt gávum” til allar kundar. Telefonhaldið við 5 GB varð brádliga til 7 GB um mánaðin, og markið á 1 GB hjá børnunum hvarv uttan víðari. Í februar í ár komu boð um, at nú fingu vit 10 GB, heldur enn 7 fyri sama prís. Í oktobur komu boð um, at nú fáa vit 15 GB heldur enn 10, framvegis til sama prís. Og í desembur fingu vit øll 24 GB í jólagávu. So hetta við at avmarka tíðina, ið børnini kunnu vera online og at ansa eftir, hvussu tey ferðast á alnetinum, blívur fullkomiliga ógjørligt, um tey hava telefonina hjá sær. Og so standi eg sum foreldur við valinum, annaðhvørt at taka telefonina frá mínum børnum og ikki vita hvar tey eru og ikki kunna ringja til teirra, ella at lata tey hava telefonina og missa tamarhald á skermnýtsluni.
Heilsupoltikkur um skermnýtslu
Eins og tað ikki er loyvt at selja tubbak og rúsdrekka til børn, eigur tað heldur ikki at bera til at oysa børn undir í GB. Umframt at seta forboð ímóti fartelefonum í skúlanum, eiga vit eisini at avmarka nøgdina av datanýtsluni til børn. Eitt hámark fyri, hvussu nógv data børn kunnu nýta um mánaðin er neyðugt fyri at tryggja sunna skermnýtslu hjá okkara børnum.
Fartelefonin allan sólarringin
Børnini eru í skúla í seks til sjey tímar um dagin, men fartelefonin er við hondina allan sólarringin. Tí er eitt skermforboð í skúlanum bert eitt av fleiri tiltøkum, sum skulu til, um vit veruliga ynskja at verja okkara børn fyri ovurnýtslu og óavmarkaðari atgongd á alnetinum.
Eg heiti tí á løgmann um at taka hetta stig enn longur og gera eina heilsupolitiska ætlan um skermnýtslu hjá okkara børnum, sum fer at gagna teimum í skúlanum, úti og heima við hús.
Sylvia Thomsen
Býráðslimur fyri Sjálvstýri í Klaksvíkar kommunu