Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: www.nsi.fo

KÍ var ikki áhuga í Brandi

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  04.01.2025 - 19:56 Ítrottur Tíðindi

Tað vakti stóran ans, tá landsliðsleikari í Elituseriuni í dag skrivaði langan sáttmála við NSÍ.

Bæði Dimma.fo og KVF hava tosað við Brand H. Olsen í dag. Og hann sigur, at NSÍ var liðið í Føroyum, sum vísti nógv størsta áhugan. Og hetta samsvarar við upplýsingar, sum Norðlýsið hevur fingið úr KÍ. KÍ hevur ikki roynt eftir Brandi, hóast vit í grein í dag tóku tað sum givið, at tá ein í uppstillingini á landsliðnum vendi heim aftur, so var KÍ áhuga og hevur meir at bjóða á flestu økjum enn flest onnur føroysk lið.

Sum skilst er orsøkin, at KÍ er væl mannað á miðvøllinum. Jákup B. Andreasen, Hallur Hansson, René S. Joensen, Deni Pavlovic, Mads Boe Mikkelsen, Claes Kronberg, Martin Rodrigo Gonzalez, Dávid B. Andreasen og Patrik Johannesen eru allir m.a. sentralir miðvallarleikarar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…