Lýsing
Lýsing
Lýsing
Frá vinstru til høgru: Sámal Lindenskov, Ragnar Hentze, Jógvan Trondeson Andreasen, Doru Tiberiu á Torvlaðnum.

Suðurstreymoyar Útróðrarfelag hevði aðalfund

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  04.01.2025 - 15:39 Tíðindaskriv Vinna

Fríggjakvøldið 3. januar var aðalfundur í Suðurstreymoyar Útróðrarfelag á Hotel Tórshavn.

 

Væl yvir 30 bátar eru nú limir og talið er javnt vaksandi. Vit eru sera glaðir fyri hesa positivu gongdina.

Umboð fyri 31 bátar vóru á fundinum.

Formaðurin, Jógvan Trondeson Andreasen, greiddi frá málum og hendingum sum felagið hevur arbeitt við seinasta árið. Fyrst mintust vit Mortan Johannesen sum doyði stutt herfyri. Mortan var formaður felagsins árini 2006 til 2021 og eigur hann stóran part av æruni fyri at felagið er blivið so stórt og aktivt sum tað er. Vit mintust Mortan standandi í tøgn í 1 minutt.

Vit arbeiða støðgut fyri at betra um umstøður og viðurskifti hjá limunum á m.a. havnalagnum. Vit hava gott samstarv við Tórshavnar Havn í fleiri málum. Nevnast kann at kaikranin er blivin fluttur og yvirtikin av Havnini; arbeitt verður við at bøta um umstøðurnar viðvíkjandi gogguknúsaranum; bøtt verður støðugt um egningarskúrarnar og samskifti er um at møguliga byggja nýggjar skúrar við bátahylin á Argjum. Ein skúrur er blivin renoveraður  og deildur upp soleiðis at 8 bátar nú hava pláss í hesum eina skúrinum. Menn eru sera nøgdir við at kunna samstarva á hendan hátt.

Vit hava samskift við Vørn og Landsverk um aldumátararnar og veðurmátistøðunum, sum alt ov ofta er óvirkin og rigga illa. Mynduleikarnir tykjast at taka okkara ónøgd í álvara og siga seg arbeiða við at finna betri langtíðar loysnir.

Vit hava arbeitt nógv við ætlanunum hjá Vinnumálaráðnum um at herða krøvini til sigligarloyvi hjá  útróðrarbátum í Bólki 5. Vit eru sera stúrnir  um hesar ætlanirnar gerast veruleiki, tí krøvini eru sera umfatandi, sera kostnaðarkrevjandi og eftir okkara tykki als ikki hóskandi fyri útróðrarbátar á innaru leiðunum. Vit hava útvega okkum løgfrøðisliga ráðgeving í hesum málinum.

Eftir formansfrágreiðingina var Ymiskt á skránni. Mest vóru landingarumstøðurnar til komandi várróðurin umrøddar.

So var nevndarval. Bara formaðurin stóð fyri vali. Hann var einmælt afturvaldur.  Nevndin sær soleiðis út:  Jógvan Trondeson Andreasen, formaður. Ragnar Hentze, næstformaður og kassameistari. Sámal Lindenskov, nevndarlimur og granskoðari. Doru Tiberiu á Torvlaðnum

Aðalfundurin endaði við góðum felagsdøgurða.

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ hevur fingið nýggjan bakk
Broyting av almennu byggisamtykt­ini fyri…
Minningarorð - Hanna Johannesen
Kvøldarmyndir av heimstaðnum
Sigur til Stjørnuna á EB
Gadus fer nýggjan túr í kvøld
Kalt næstan alla vikuna
 Skattur á teir sum sigla í Norra
Seinasti kjansur at uppliva Regin Smið!
Televeitarar oysa børn undir í GB
KÍ var ikki áhuga í Brandi
Hevur KÍ mist atdráttarmeg­ina?
Suður­streymoyar Útróðrar­felag hevði aðal…
Júst so, Løgmaður. Lata vit standa til,…
Skoyta í Klaksvík
Áheitan á løgmann - Latið pensjónistarna…
Møtir í Buli á Signabø um vikuskiftið
Reiðara­felagið vendir tumlinum niður – o…
Fingu lovað at sleppa at arbeiða minni –…
Uppsøgnin av Mildrid á Lógv sett úr gild…