Lýsing
Lýsing

Góði prísurin kemur væl við

SKRIVAÐ: Føroyska Sjómansmissiónin  |  16.11.2024 - 18:17 Tíðindi Vinna

Mikudagin kom frystilínuskipið Polarstjørnan á Klaksvík. Teir høvdu roynt á Rygginum, millum Føroyar og Ísland, og túrurin var hampiligur.

 

 

-Vit hava verið burtur í fýra vikur og hava góð 100 tons. Tað er hampiligur fiskiskapur, eisini tá vit hugsa um, at tað er fiskur, sum hevur góðan prís. Tað sigur skiparin Mikkjal Pauli Lamhauge.

-Stóra helvtin er toskur. So hava vit nøkur tons av svartkalva, og restin er mest longa og brosma, sigur hann.

-Á Rygginum royndu eisini fleiri føroyskir trolarar og nakrir trolbátar. Teir høvdu brúkiligan fiskiskap. Vit vóru einasta línuskip, sigur Mikkjal Pauli.

-Eg kann siga, at árið er hampiligt. Orsøkin er tíverri ikki tann, at tað hevur verið brúkiligur fiskiskapur við Føroyar, men tí vit hava havt kvotur við Ísland og Grønland. Tó skal sigast, at dagarnir á Føroya Banka royndust væl, sigur hann.

-Vit hava ein túr eftir í ár, og hann verður við Føroyar. Vónandi fáa vit nakrar dagar á Føroya Banka, tí har er vanliga stórur toskur at fáa, og hann hevur sera góðan prís, sigur Mikkjal Pauli Lamhauge.
Sjómanstrúboðarin var umborð við jólapakkum, og fekk tá orðið á skiparan.

Teimum, og sjófólkinum annars, verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Formansfrágreiðing: Frælsi til familju o…
Takk fyri álitið
Helgi aftur snarmeistari
Prematur dagur sunnudagin
Trafikkur í Norð­havnini
Góði prísurin kemur væl við
Karl Vilhelm Hansen verður borgar­stjóri…
Torbjørn Jacobsen borgar­stjóri
Takk fyri dygga stuðulin
Nýggj vísindagrein um likamligu støðuna…
Tað kann verða lívshættisligt at fara á…
Seyður millum húsini í Svínoy
Á útoyggj
Mæla til at hækka rækjukvotuna í Barents…
Stjóraskifti á MBM
Flaggað varð í hálvari stong
Kendur føroyskur sangur á heimsferð
Leggja samgonguskjalið fram í Varpinum
Børn eiga rætt til atgongd til vælveru ø…
Svínoyingar ónøgdir um vantandi vetrarfr…