Lýsing
Lýsing

Børn eiga rætt til atgongd til vælveru økið í Klaksvíkar svimjihøll

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.11.2024 - 09:40 Tíðindi

Við hesum vilja vit hava leiðarin at endurskoða hesa reglu og gera eina broyting, so børnini hava atgongd saman við vaksnum ein ella tveir dagar um vikuna, skrivar fyriskiparin Eyðun Mortensen sum er byrjaður eina digtiala undirskriftsinnsavnan

 

Í løtuni hava 23 skrivað undir áheitanina

Áheitanin ljóðar soleiðis:

 

Klaksvíkar svimjihøll hevur eina reglu um, at børn ikki hava rætt til vælveru økið og hetta vilja vit hava broytt. 

Fyri fáum árum síðan varð eitt einastandandi øki í Klaksvíkar svimjihøll opnað, har gosbað, hitarúm, hitapottar o.a nú var tøkt til okkara borgara. Men øll fáa ikki ágóðan av hesum deiliga øki, tí børn hava ikki rætt til hetta. Ert tú undir 16 ár sleppur tú til onga tíð inn á hetta økið.

Møguleikar til hesa broyting eru mangir. Børn kunnu sleppa ávísar tíðir á degnum ella dagar í vikuni. 

Við hesum vilja vit hava leiðarin at endurskoða hesa reglu og gera eina broyting, so børnini hava atgongd saman við vaksnum ein ella tveir dagar um vikuna. 

Við hesum skrivar tú undir uppá, at børn skulu fáa atgongd til hetta økið ávísar tíðir, ið sjálvandi eru eitt sindur lokkandi at fara ein túr í høllina. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kendur føroyskur sangur á heimsferð
Leggja samgonguskjalið fram í Varpinum
Børn eiga rætt til atgongd til vælveru ø…
Svínoyingar ónøgdir um vantandi vetrarfr…
Beinir: Útgávutiltak í Tutl
Hermann formaður í Teknisku nevnd
Landa til besta prísin
Flúgvandi byrjan hjá Eyðuni Klakstein í…
Lands­fundur hjá Fólka­flokkinum
Konsert við Marjun og Ferminningu­num í K…
Norð­oy­ingar fáa eina hugfarsliga bók um…
- Halda lista Á fyri rukku
Bæði í Tórshavn, Klaksvík og Runavík vór…
Anfinn í Toft skal leggja býin til rætti…
Karstin og Karl Martin - Lær tú barnið
Sylvia hevur telvað væl
Marknaðardagur á Fossánesi
Jósef Jacobsen yvirtikið Litsmiðjuna
Signhild verður mentan­arnevndarfor­kvinna
Annika Steintórsdóttir Biskopstø verður…