Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag | Mynd: Oliver Joensen

Landa til besta prísin

SKRIVAÐ: Jan Højgaard  |  14.11.2024 - 23:35 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Í hesum døgum verður landsins fíggjarlóg fyri 2025 fyrireikað til tingsins viðgerð. Eisini hjá sjófólkum er fíggjarstøðan til viðgerðar - alt árið! Skulu sjófólk fáa fleiri krónur fyri kilo og Føroya land harvið fleiri pengar, so má hugsast av nýggjum.

 

Tað fáast ikki fleiri krónur fyri kilo, um vit tvíhalda um núverandi avmarkingar hjá flotanum. Í løtuni eru avmarkingar, ið áseta, at skipini skulu landa til føroysk virkir.

Eftirsum prísurin sum meginregla er hægri uttanlands, so er reelt talan um, at tað er ásett í lóg, at føroysk fiskiskip ikki skulu landa, har tey fáa hægsta prís!

Um skipini fáa loyvi at landa, har besti prísurin fæst, antin tað so er í Føroyum ella uttanlands, so gagnar tað sperda landskassanum – og eisini sjófólki í rættiliga stóran mun.

Hetta hevur Føroya Fiskimannafelag víst á í fleiri ár. Sum formaður í Føroya Fiskimannafelag, havi eg í fleiri ár - ikki minst tað seinasta árið - tosað við fleiri av okkara fólkavaldu um landingar, har besti prísur fæst.

Tað hava verið fleiri løgtingslimir, sum hava ivast, um teir skulu lata føroysku skipini landa aðrastaðni enn í Føroyum, hóast prísurin kann vera væl hægri har.

 

Vón fyri framman

Tað sær út til at hava hepnast at tosa við løgtingslimir. Nú hava fleiri politikarar staðfest, at tað er ein fyrimunur fyri føroyska búskapin, um skipini kunnu landa, har besti prísurin fæst.

Tískil er ein vón fyri framman fyri okkara sjófólk.

Tí vænti eg sum formaður í Føroya Fiskimannafelag, at tað frameftir verður møguligt hjá skipunum at fáa varandi loyvi til at landa, har tey fáa mest burturúr.

Hetta fer at hava við sær, at føroyski búskapurin fær eitt boost, umframt at sjófólkini fáa meira burturúr.

Hvat er meir sjálvsagt?

 

Jan Højgaard

Føroya Fiskimannafelag
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­urlendska ráðharra­ráðið innan fiskiv…
Íðka mini HYROX
Smáskótadagur í Klaksvík
Felagsskapur, eldsálir og stór avrik í V…
Finn øll, 40 ár og eldri, sum hava Diabe…
Javnleikur í toppdysti
Ternan røkir Kalsoyar­leið­ina til 22. mai
Ársfrágreiðing frá Lands­banka­num 2025
Uttanríkis- og fiskimála­ráð­har­rin vitjað…
Politisk niðurraðfesting av barnavernd
Bestu leikarar og ársins lið eru vald
Alt streingir ið tóna
Enn eitt stórt vónbrot hjá KÍ móti botnl…
Myndarøð: KÍ - Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Brynja Høj eitt ár aftrat í Stjørnuni
Julian rann seg til enn eitt met
Upptakt: KÍ-Skála
Konsert í heimsflokki í Varpinum í dag.
Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan…