Tað kann verða lívshættisligt at fara á pensión
Tað sigur Bertel Haarder, fyrrverandi fólkatingsmaður og ministari í samrøðu við Altinget
Pensiónsstundin er fyri mong eldri alt annað enn grindin til sæla hvílu eftir eitt langt arbeiðslív. Tvørturímóti byrjar tá saknurin um áralangan arbeiðsfelagsskap og við honum samleikamissurin. Tíðin er komin - ikki at síggja arbeiðið og arbeiðsfelagsskapin sum eitt forbannilsi, sigur Bertel Haarder.
Tá ið eg spyrji kenningar, um tey ikki fóru ov tíðliga á pensión ella á eftirløn, nikka tey oftani játtandi. Fleiri kenna seg tvungnan á pensión, sigur hann.
"Er eri vísur í, at tað eru fleiri, sum doyggja av at fara á pensión, heldur enn at halda fram í arbeiðnum. Tað haldi eg, vit kenna frá vinarskara okkara".
Tað segði fyrrverand fólkatingsmaðurin, Jacob Haugaard, sum er komin upp í árini, í eini útvarpssending herfyri, tó at tað var hann, sum stovnaði felagsskapin, Sabae, "Sammenslutningen Af Bevidst Arbejdssky Elementer". Meira arbeiðssky er hann tó ikki.
Hann hevur rætt: ”Pensiónsstundin er fyri mong eldri alt annað enn grindin til sæla hvílu eftir eitt langt arbeiðslív”. Hetta kenna eina mest menninir til, og kann tað verða torført fyri teir at yvirvinna missin og saknin um arbeiðslívið.
Skulu vit ikki í staðin virða arbeiðsfelagsskapin – tað at koma út millum onnur fólk – sum nakað, ið er meira umráðandi enn fleiri ella færri ár á pensión? Spyr Bertel Haarder.
Bertel Haarder
Sjálvandi kunnu øll ikki hava tað sama harða kropsliga arbeiðið leingi eftir 70-ára aldur. Men hvussu mong hava í dag hart kropsligt arbeiði? Og hvussu mong hava tað alt lívið? Hvussu mong fara at hava tað um 40 ár? Spyr føroyavinurin, Bertel Haarder.
Ofta verður sagt, at vit ikki kunnu bjóða teimum, sum eru ung í dag, at tey ikki fáa folkapensión, fyrr enn tey eru yvir 70 ár gomul. Netmiðilin, A4 vísir tó til eina kanning frá pensiónsfelagnum, PFA, har sagt verður, at 56 % av teimum, millum 25 og 29 ára aldur, longu nú vænta, at tey eisini fara at arbeiða eftir fólkapensiónsaldur.
Um fjøruti ár, tá ið tey eru um 70 ára gomul, kann væntast at livialdur og pensiónsaldur við vissu hevur flutt seg so mikið, at enn fleiri vilja verða verandi á arbeiðsmarknaðinum. Serliga um møguleikin fyri at halda fram við niðursettari tíð verður betri, eins og í Noregi.
Bertel Geismar Haarder, føddur 7. september 1944 (80 ár)
Fyrstu ferð valdur á Fólkating fyri Venstre 9. januar 1975 – gavst 1. november 2022, 78 ára gamal.
Hevur skrivað hópin av bókum, yrkt sangir, verið ministari og røkt fleiri álitisstørv í politiskum høpi – so sum Færøordfører, 2019-2022.