Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nakrar viðmerkingar til elveitingarlógina, grøna orkuskifti og orku annars

SKRIVAÐ: SEV-irin  |  27.12.2024 - 17:03 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Eg havi í út við fimmti ár fylgt væl við el prísi- og framleiðslu

 

Fyrst av øllum má eg gleðast um, at tað enn finnast løgtingsfólk, ið brúka høvdið at teinkja við.  Tey hugsa um meiniga fólkið heldur enn bara at tekkjast kapitalinum. Her hugsi eg um Liljan Weihe, Erling Ejdesgaard og Hendrik Old.

Latið for Guds skyld ikki privatar fyritøkur sleppa fram at søluliðnum.

Sum eg havi fylgt við, havi eg ikki funnið nakað dømið um, at tað hevur lækkað el-prísin at privatisera elframleiðslu ella elsølu, men heldur tvørturímóti.

Sev er eitt nonprofit felag, ið vit øll eiga, og skal ikki samla upp pening til nakran eigara ella íleggjara.

Um privatar fyritøkur skulu inn í søluliðið, so sigur tað seg sjálvt, at tær skulu tjena so nógv sum møguligt, so at eigarin skal fáa eitt so gott avkast sum gjørligt.

Lat privatu fyritøkurnar byggja vindmyllulundir til elframleiðslu, har Sev sjálvandi skal lata ein prís fyri kWh, so at íløðan kann afturgjaldast upp á rímiliga tíð, og eigarin fáa nakað av vinningi.

Í fyrru helvt av áttatiárunum, tá eg var undir maskinútbúgving í Danmark, vitjaðu vit nógvar fyritøkur. Millum annað Seas, eitt el-felag á Sælandi, ið longu tá fekst við gransking av ymiskum orkuloysnum t.d. hitapumpum, vindi og sólpanelum. Eg minnist, at eg spurdi ein av granskarunum um hitapumpur til føroysk viðurskifti. Hann segði tá, at elprísurin í Føroyum var alt ov høgur til, at tað loysti seg at brúka hitapumpur. Tá kostaði kWh tímin í Føroysum eina góða kr., meðan prísurin í Danmark var helvtina ella ein triðing av føroyska prísinum. Oljuprísurin í Føroyum var tá langt undir eina kr.  Víðari segði hann, at tá føroyski kWh prísurin varð ein triðing prísinum av einum litri av olju, tá fór tað at loysa seg, og tað er umleið har, vit eru nú.

Nei, verið góð við SEV og latið SEV fáa góðar umstøður at menna seg  á øllum økjum.

Eitt hugskot havi eg hoyrt nevnt nakrar ferðir, og sum eg havi hugsað um tað, eri eg komin til, at tað kundi verið ein góð loysn: Latið SEV fáa einkarætt at selja føroysku húsarhaldunum olju, tí Sev er eitt orkufelag, og øll húsarhald hava brúk fyri orku, nøkur el onnur el og olju. Oljufeløgini kundu veitt oljuna í tangar hjá húsarhaldunum fyri eitt gjald, ið landstýrið skuldi góðkent. Líknandi loysn verður brúkt í Grønlandi, har Polar Oil hevur einkarætt at innflyta og selja olju. Hetta hevur havt við sær, at oljuprísurin í Grønlandi er langt niðanfyri tann føroyska. Valdu vit hesa loysnina, so burdi tað sama hent í Føroyum. Harafturímóti kundu oljufeløgini kappast um sølu av bensini og olju til virkir og skip.

Henda loysn hevði lætt um hjá sperdum familjum og skunda undir grøna orkuskiftið, so at tað ikki bara vóru tey vælbjargaðu, ið høvdu ráð at gera íløgur í grønar hitaloysnir.

Verður SEV privatiserað, so fara eigararnir heilt víst at krevja, at prísurin skal lagast eftir, hvat tað kostar at framleiða orkuna. Hetta kemur at hava við sær, at prísurin á elorkuni á útoyggjunum verður munandi hægri enn á meginøkinum.

Eg sá fyri kortum, at ein kWh í Danmark kostaði góðar 11 kr, meðan hann í Føroyum kostar góðar 2 kr, og tað haldi eg burdi verið hugvekjandi, tí sum skrivað omanfyri, so kostaði kWh í Danmark í áttatiárunum einans ein brotpart av føroyska prísinum.

Í áttatiárunum framleiddu danir stórt sæð bara el úr koli, meðan teir samstundis innfluttu bíligar yvirskots kWh framleiddir úr vatni og atomkraft í Norra, Svøríki og Týsklandi. Nú teir hava umlagt øll elverkini til gass og sett upp eina ørgrynnu av land- og havvindmyllum, hava teir ein dýrari elprís enn føroyingar. Eg veit, at fleiri fara at siga, at danir hava fleiri avgjøld á kWh, men tað høvdu teir eisini í áttatiárunum.

So míni ráð til lansdstýris-, løgtings- og kommunustýrislimir eru: Verið góð við SEV og stuðlið teimum, ið vara av SEV, heldur enn at bróta niður tað, ið er bygt upp seinastu 8 -100 árini á sama hátt sum tykkara undangongufólk í fimmti, seksti, sjeyti og áttati árunum gjørdu.

Øll vita, at tað tekur langa tíð at byggja upp, men er sera, sera skjótt at bróta niður.

Eitt enskt orðatak sigur: If it ain`t broke, don`t fix it. Tvs., latið tað, ið virkar fáa frið.

At enda vil eg ynskja øllum Føroya fólki eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.

Heilsan SEV-irin.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggja bókin hjá Páll Isholm er nú at fá…
Halda formin við líka
Nýggjársveitslur í Betesda leygar­dagin 2…
Meinhard vandi við KÍ í kvøld
Nakrar viðmerk­ingar til elveitingar­lógin…
Arbeiðið við at fyrireika universitetssj…
Vit standa her so fittar og bíða eftir t…
Heilsan frá Føroyska Bíbliu­felagnum
Bjartalíð: Ein góð avgerð at fara til No…
Video: Patrik Johannesen følir seg heima…
Ringið til jóla­mannin
Skipini hjá Sverra
Jóla­heilsan frá Rainbow Spirit
Jóla­heilsan frá Christian í Grótinum
Fýra nætur fyri jól vil Dennis Holm koll…
Eru einglar­nir horvnir?
Tøkk - Jutta á Hædd
Jóla­heilsan fra Olympic Energy
Dagførd reglugerð fyri grund­stykkjalista…
Jóla­heilsan frá Saeborg