Lýsing
Lýsing
Lýsing
Myndin (frá Eddi Leyni) sýnir Medicus P 53 liggja við fasta pláss sítt vestarumegin vágna í Klaksvík.  

Medicus P 53

SKRIVAÐ: Óli Olsen  |  10.01.2025 - 13:32 Tíðindi

Tilkomnir klaksvíkingar minnast framvegis gamla læknabátin, Medicus P 53, sum hevði fast pláss vestarumegin vágna í Klaksvík. Hann var smíðaður í Vestmanna í 1925, nevndist upprunaliga Tordenskjold og var 15 tons.

 

 

Jógvan Hansen, Jógvan í Skálum, í Vestmanna smíðaði átta sera snøggar motorbátar saman við monnum sínum, áðrenn hann tók við sum bedingsmeistari á Tórshavnar skipasmiðju (nú MEST). Tordenskjold, ið var sætti í røðini, varð smíðaður til Hans Paula Joensen í Haldórsvík.

Í 1941 keypti Kjølbro bátin frá Hans Paula og gav honum navnið Grunningur. Hann róði út, til Sjúkrahúsverkið í 1953 keypti bátin, læt hann umbyggja til læknabát og nevndi hann Medicus P 53. Hann fekk m.a. ruff við stórari lúku til børu framman fyri stýrihúsið. Eftir umbygging varð deksbáturin máldur til 19 tons.

Medicus røkti sjúkraflutning í Norðuroyggjum til 1975, tá ið nýggi Medicus, ið Reinhold Jacobsen og menn hansara smíðaðu á Stongunum í Klaksvík, fór at sigla. Gamli Medicus varð seldur til Havnar, men er ikki til longur.

Skoytast skal uppí, at Jógvan í Skálum og menn hansara eisini smíðaðu postbátin, Ólav, 14 tons. Hetta var í 1930. Vestmenningar hava fingið gamla postbátin sleipaðan til Nólsoyar, har ið hann skal setast í upprunastand.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…