Lýsing
Lýsing
Lýsing

Elmarknaðurin skal seta ferð á grøna orkuskiftið

SKRIVAÐ: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður  |  11.01.2025 - 09:00 Politikkur Tíðindaskriv

Ein føroyskur elmarknaður fer at seta meira ferð á grøna orkuskiftið í Føroyum. Tí hava andstøðuflokkarnir í felag lagt eitt uppskot fyri Løgtingið um at skipa ein slíkan marknað.

 

 

 

Í løtuni er støðan tann, at vit royna at seta fleiri vindmyllur upp, men ein stórur partur av orkuni sum hesar framleiða fer til spillis, tí eingin er at taka ímóti henni. Elorka hevur nevniliga tann keðiliga eginleikan, at hon kann illa goymast. Hon skal tí helst framleiðast í somu løtu sum hon verður brúkt.

Vindmyllur, harafturímóti, framleiða ikki mest, tá mest brúk er fyri orku. Tær framleiða mest, tá nógvur vindur er.

Vit eru í løtuni í teirri støðu, at vit framleiða nógv el, meðan brúkarin brennir olju fyri at hita sær húsini. Tí noyðast vit at venda kikaran yvir á nýtsluna, og fáa hana umlagda til ta orkuna sum vit hava nógv av. Og hetta er orsøkin til, at andstøðuflokkarnir hava lagt uppskotið fyri Løgtingið, ið skal stuðla undir at fáa nýtsluna lagda um.

Skal eggja til grønar loysnir

Fyri einum góðum ári síðani sat ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri landsstýrið og Kommunufelagið og viðgjørdi møguleikarnar fyri at skipa ein elmarknað. Arbeiðsbólkurin handaði Ingilín D. Strøm, táverandi landsstýriskvinnu, eina frágreiðing í desember 2023. Bólkurin mælti til eina skipan, har SEV keypir alla framleiddu elorkuna, og selir hana til brúkararnar ella millumhandlarar fyri skiftandi tímaprís.

Tá framleiðslukostnaðurin lækkar (t.d. orsaka av nógvum vindi), so skal søluprísurin eisini lækka. Hetta skal eggja fólki til at brúka streym, tá nógv grøn orka er tøk.

Skipanin skal eisini eggja fyritøkum til at finna tað røttu loysnina fyri tann einstaka kundan. Arbeiðsbólkurin sigur soleiðis í frágreiðingini: “Hjá brúkarum kann tað vera møtimikið at velja røttu loysnirnar, men við einum vælvirkandi sølu- og tænastuliði ber til at menna ymiskar loysnir, sum gagna brúkaranum og orkuskiftinum.” 

Kann ikki samanberast við onnur

Nakað av kjaki hevur verið um uppskotið frá andstøðuflokkunum, síðani tað bleiv lagt fram. Tað tykist sum at fólk hava fingið ta fatan, at SEV skal ikki longur sleppa at selja streym, men at onnur skulu yvirtaka hesa uppgávuna, og fleiri hava samanborið hetta við støðuna í Europa, har elprísirnir onkra løtu hava verið sera høgir.

Men um vit hyggja eftir støðuni í Føroyum í dag, so er kostnaðurin fyri framleiðsluna rættiliga ymiskur. SEV kann keypa streym frá vindmyllum fyri 23 oyru/kWt, meðan streymur framleiddur úr olju kostar fýra ferðir so nógv (umleið 100 oyru/kWt). Men alt hetta verður selt til kundarnar fyri sama prís. Tí loysir tað seg fyri SEV, um størri partur av orkuni verður grøn.

SEV má í verandi støðu keypa alla framleiddu orkuna úr vindi (eisini ta orkuna, sum ikki verður brúkt), so um tað eydnast at fáa kundarnar at keypa størri part av vindorku, so fer minni til spillis, og neyðugt verður ikki at framleiða so nógv av teirri dýru og dálkandi orkuni. Samanlagt fer hetta at hava við sær, at SEV fer at keypa bíligari og selja meira, tí fleiri kundar fara at brúka el heldur enn olju eitt nú til at hita húsini við. Hetta verður tí ein vinningur – bæði fyri SEV og fyri grøna orkuskiftið í síni heild.

At samanbera hetta við støðuna aðrastaðni í Europa gevur onga meining. Teirra prísir hækka, tí orka manglar. Hjá okkum snýr tað seg um at brúka ta orkuna, sum í løtuni loypur av og tí fer til spillis.

 

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veiðiloyv­ini verða bæði rullað aftur og…
FO Tatt Fest 2026 verður um eina viku!
Borgar­stjó­rin í Egersund fegnast
Støðug rakstrargongd og burðardygg átøk…
Vinnarar og taparar á valinum í Stóra Br…
Nýmótans fólka­tónleikur og amerikana
Sir David Attenborough fyllir 100 ár
Semja millum Føroya Arbeiðsgevara­felag o…
Semja millum arbeiðarafeløg­ini og arbeið…
Føroyar hava verið til hoyring í mannaræ…
Anna Lovisa, Bjarki og Sophilia á mentan…
Kavarar vandu í trýstkamari
Vit hava brúk fyri tær
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Feðgarnir Kalsø inni við 1.600 pundum
Miðflokku­rin – lands­fundur og almenn mót…
DJ Maria Fagranes á Summar Festival
Kafka í Filmsfelagnum
Kann blíva vánaligasta byrjan hjá KÍ í 1…
Vitjan av stuðli