Lýsing
Lýsing
Lýsing
Føroyar vóru ikki á tíðindafundinum, har Mette Frederiksen segði, at avgerðin um framtíðina hjá Grønlandi í ella uttan fyri ríkisfelagsskapin skal takast í Grønlandi. | Mynd: Skíggjatak av tíðindafundi.

Lítil áhugi fyri Føroyum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.01.2025 - 15:34 Politikkur Tíðindi

Í eyka tíðindasendingini hjá Kringvarpinum segði Hallur av Rana, journalistur, at áhugin fyri Føroyum er lítil í hesum døgum, hóast talan er um ríkisfund fyri allan ríkisfelagsskapin. Tann heilt stóri áhugin er fyri Grønlandi og støðuni hjá Danmark til amerikanska ynskið. Aksel V. Johannesen fer til hús í dag og verður ikki við á tíðindafundinum seinni, sum Danmark og Grønland sostatt halda einsamøll.

Kringvarpið hevur fingið lovað eina samrøðu við Mette Frederiksen seinni í dag, men annars hevur ikki stórvegis áhugi verið fyri føroysku síðuni av søkini. Tó hevur Aksel V. Johannesen fingið upp í lag at seta eina §6-nevnd í sambandi við WTO, men høvuðsevnið hevur sjálvandi verið ynskið hjá USA um at leggja Grønland undir seg.

Ein fólkaatkvøða um at skipa Grønland sum egnan stat er helst á trappunum, kom eisini fram í eyka-tíðindasendingini, og so langt kom tann føroyska fullveldistilgongdin ongantíð. Løgmaður tosaði í samrøðuni um at víðka uttanríkispolitiskar heimildir, men eisini um at styrkja ríkisfelagsskapin, og viðmerkjarin Beinta Løwe undraðist á, um løgmaður umboðaði alla samgonguna í hesum, og á, at Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi, onki hevur meldað út, og eiheldur Ruth Vang, forkvinna í Framsókn.  

Viðmerkjarar í studio vóru Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, og Beinta Løwe, fyrrverandi løgtingskvinna. Beinta Løwe helt, at loysingarflokkarnir í Føroyum brillieraðu við síni fráveru, og Jóannes Eidesgaard suppleraði við at siga, at Mette Frederiksen er sinnað til at gera broytingar í ríkisfelagsskapinum.

§6-nevndin er tí tað einasta, Føroyar fara heim aftur við av ríkisfundinum, meðan Grønland veruliga stendur við eitt vegamót nú. Aksel V. Johannesen heldur tó, at hetta er eitt rímiliga stórt mál, ið kann fara at vísa seg at vera avgerandi fyri framtíðina hjá Føroyum.

Í stuttum snýr tann parturin seg um, at ein nevnd skal setast eftir §6 í Heimastýrislógini, sum skal gera av trætumálið um føroyskan limaskap í World Trade Organization, WTO. Danmark hevur sagt, at politiskt hava tey onki ímóti tí, men tey vilja ikki bróta lógina, um hon forðar tí. 2 umboð skulu setast at umboða Føroyar, tilnevnd av Føroya Landsstýri, og 2 fyri donsku stjórnina. Hartil koma 3 umboð fyri Hægstarætt.

Eru tey 4 lands-tilnevndu umboðini samd, so verður tann semjan niðurstøðan og tey 3 hægstarættarumboðini koma ikki í spæl. Eru tey ósamd, verður málið lagt fyri hægstarættarumboðini at taka støðu til. Avgerðin hjá teimum er endalig og kann ikki kærast.

Jóannes Eidesgaard segði, at loysingarvongurin í Føroyum bønar og biður til, at svarið verður eitt nei, fyri á tann hátt at dyrka konfliktina, meðan føroyski sambandsvongurin (og danska stjórnin) biður til, at Føroyar fáa eitt ja til føroyskan WTO-limaskap. Beinta Løwe var ikki ósamd, men eftirlýsti, at løgmaður meldaði út, hvat føroyska samgongan vil á hesum økinum. Eisini vóru tey samd um, at hetta ongan mun fer at gera fyri limaskap í felagsskapum, sum seta suverenitet sum treyt.

Síðani varð sett yvir til tíðindafundin við Mette Frederiksen, forsætisráðfrúgv, og Múte B. Egede, landsstýrisformann, har Føroyar sum nevnt ikki vórðu umboðaðar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jóla­heilsan frá Fram Prince
Jóla­heilsan frá Bourbon Topaz
Jóla­heilsan frá Kongsborg
Jóla­heilsan frá Samskip Kvitnos
Jóla­heilsan frá Hav Skandic
Jóla­heilsan fra Tuugaalik
Føroyar og Bretland gjørt semju um fiski…
Jóla­heilsan frá Gadus
Aftur um jólini
Havstovan: Fiski­dagatalið hjá bólki 2, 3…
Jóla­heilsan frá Reginu C
Jóla­hielsan frá Nataarnaq
European Meterologial Society heiður til…
Stóra tøkk fyri mín 70 ára føðingardag
Greining: Beinir á brúnni
Besta árið hjá Klakki nakrantíð
Miriam og Niels Vang í Betesda mánakvøld…
Hvat stendur uppá spæl?
Lars Løkke er í Føroyum
USA skal vísa virðing, sigur Løkke