Lýsing
Lýsing
Lýsing
Teitur Eliasen, Oleksandr Dmytriiev og Rani Ákason hjá ÍF

Hesa ferð vann ÍF fimmsettaran á Fleyr -

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  12.01.2025 - 18:43 Ítrottur Tíðindi

men SÍ og Mjølnir fara at spæla finalur

 

 

Polestar-deildin:
 
ÍF – Fleyr 3-2 (22-25, 25-23, 23-25, 25-19, 15-8)
Fyri triðju ferð í trimum dystum gjørdist talan um fimmsettara millum ÍF og Fleyr. Fleyr hevði vunnið báðar teir undanfarnu, men í dag vann ÍF.

Í fyrsta setti, sum ÍF vann, skiftust liðini um at at vera á odda; ÍF viðhvørt við trimum, men Fleyr ongantíð við meira enn einum stigi fyrr enn síðst í settinum, tá Fleyr fór frá 19-20 upp á 23-20 og vann settið 25-22.

Í øðrum setti var tað fyri tað mesta Fleyr, sum var frammanfyri - onkuntíð við fýra stigum – men eftir at hava verið frammanfyri 22-19, vann Fleyr bara eitt stig aftrat, og so vann ÍF 25-23.

Í triðja setti var ÍF á odda størsta partin av settinum, men móti endanum var Fleyr skarpari og vann 25-23, eftir at ÍF hevði verið á odda 21-19.

Eftir at Fleyr hevði lagt seg á odda 11-8 í fjórða setti, gjørdi ÍF eitt skarvslop og fór framum 16-12 og vann settið 25-19.

Í javnbrótaranum hvarv spenningurin skjótt, tí ÍF legði seg á odda 7-1, og brátt hevði ÍF vunnið 15-8.


Ternan – Mjølnir 0-3 (18-25, 16-25, 21-25)
Besta løtan hjá Ternuni, um so kann sigast, var til allar seinast í dystinum, tá Ternan vann fimm stig á rað, men trupulleikin var bara, at tað var meðan Mjølnir hevði átta dystarbóltar, og tann sætta vann Mjølnir, og so var settið vunnið 25-21 og dysturin 3-0.

Hini bæði settini hevði Mjølnir eisini vunnið lættliga 25-18 og 25-16.

Hóast tað ikki er avgjørt formliga enn, so er einki at ivast í, at tað verða Mjølnir og SÍ, sum fara at spæla finalur um føroyameistaraheitið í ár. ÍF og Fleyr kunnu í mesta lagi koma koma upp á ávikavist 29 og 27 stig, og SÍ og Mjølnir hava longu ávikavist 27 og 25, og bæði seks dystir eftir at spæla. Hjá Mjølni snýr tað seg um at fáa SÍ aftur, tí liðið, sum er nr. eitt eftir sjálva landskappingina, fær heimavøll í fyrsta finaludystinum og aftur í einum møguligum triðja finaludysti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…
Kára Sigurðsson Danmarksmeistari fyri FC…
KÍ kom yvir marrubyrjan og vann greiðan…
KÍ vann 4-1 á Skála