Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Listafólk tryggjað eftirløn og ein nýggj millión sett av til stuðul til føroyska framleiðslu til børn og ung

SKRIVAÐ: Almanna- og mentamálaráðið  |  13.01.2025 - 16:38 Politikkur Tíðindaskriv

Við fíggjarlógini fyri 2025 og við broyting í kunngerðini fyri Mentanargrunn Landsins fáa tey, ið fáa starvslønir og listafólkalønir frá og við 1.jan. 2025 15% í eftirløn. Hetta er fyrstu ferð, at starvslønir og listafólkalønir fáa eftirløn.

 

 

Eisini er 1 mió. kr. játtað til framleiðslu av føroyskum listaligum tilfari til børn og ung, eitt nú framleiðslu av tónleikatilfari og øðrum mentanarligum tilfari, sum kann íbirta og menna listaligu og málsligu evnini hjá børnum og ungum í einum føroyskum høpi.

Tað verður Mentanargrunnur Landsins, ið fer at umsita ta nýggju játtanina, og tískil er kunngerðin um Mentanargrunn Landsins broytt samsvarandi.

"Eftirløn til okkara dugnaligu mentafólk hevur tíverri leingi vantað. Tað var tí nakað, ið samgongan beinanvegin setti sær fyri at broyta. Tí eri eg ómetaliga glað fyri at síggja orðini í samgonguskjalinum blíva til veruleika", sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.

"Eisini eri eg sera takksom fyri, at vit hava fingið eina heila nýggja millión setta av til føroyskt framleitt tilfar til børn og ung, soleiðis at hesi kunnu fáa meiri listaligt og mentanarligt tilfar úr einum føroyskum jørðildi", sigur landsstýriskvinnan at enda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Blaðið er komið
Einans tríggjar sýningar aftrat av Norðo…
Norð­oyastevnuróðu­rin 90 ár
Gallarí Á Stongunum
Norð­oyastevnu­konsertin hjá Klaksvíkar Ho…
Norð­oyastevnu­framsýning
Ferðslan á norð­oyastevnu
Norð­oyastevnuskráin fríggja­dagin
Býarkoyring fríggja­dagin 29. mai
Skýlisklettur 2.500 pund
- At verða mentanar­hús í miðbýnum, tað f…
- Fólk vilja gjarna fara í føroysk klæði…
Føroyar ein Maritimur Tænastudepil
Eingin Veðurstova Føroya uttan Alix
Lýsing