Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jesper Theilgaard var á Torradøgunum í 2016, har hann spáddi, at vit fóru at fáa meira vind og meira avfall – regn og kava. Okkurt týður uppá, at hann fekk rætt | Mynd: Savn

Jesper Theilgaard í Varpinum í dag

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  17.02.2025 - 10:27 Mentan Myndarøð Tíðindi

Kendi danski veðurmaðurin á DR, Jesper Theilgaard, fer at hava fyrilestur um veðrið í Varpinum mánadagin á Torradøgunum.

Hvussu ávirka veðurlagsbroytingarnar Føroyar?

Hetta er yvirskipaði spurningurin Jesper viðgerð á fyrilestri sínum, sum verður í Varpinum mánakvøldið í Torravikuni 17. februar kl. 19.30

"Veðrið má sær ráða" - "Øll snakka um veðrið, engin ger nakað við tað"! Soleiðis plagar at verða tikið til.

Seinnu árini hava vit sæð eina munandi øking í hitalagnum um allan heimin. Hetta merkir m.a. at tað er meira orka í alheims veðurlagsskipanini, og ávirkar hetta sjálvandi veðurlagið kring okkum – og sjálvandi eisini við Føroyar.

Jesper fer í fyrilestri sínum at koma neyvari inn á orsøkina til veðurlagsbroytingarnar, tí tað er her, vit kunnu finna møguligu loysnirnar.

Í mun til Føroyar eru ”fjaldir” nakrir rættiliga stórir spurningar og ivamál, sum hvør í sínum lagi koma at merkjast í Føroyum - og fyri føroyingar.

- Hvørja ávirkan fær ein øking í hitanum í sjónum á m.a. regn, toku og avfall?

- Verða Føroyar raktar av fleiri og verri ódnum?

- Fer látrýstleiðin at broytast?

- Hvat kann kanska henda við Golfstreyminum?

Jú, spurningarnir er nógvir og týdningarmiklir, men svarini eru ikki løtt og greið.

 

Ymsar søgur og ástøði

Tað eru mangar leysasøgur um veðrið og hvussu tað broytist, og tí eisini ymiskar fatanir av, hvat veðurlagsbryotingar og upphitan av jørðini er.

Sama er við vísindaligum støði, avleiðingum og neyðugum atlitum til, hvussu tú fyriheldur teg til fylgjurnar av veðurlagsbroytingunum.

Jesper Theilgaard hevur granskað og sagt frá veðrinum í meir enn 40 ár, har hann eisini í nógv ár var hjá DR sum veðurmaður á TV-avísini.

Seinnu árini hevur hann verið at sæð víða um á altjóða pallum sum ein virdur og hámettur veðurlagsgranskari og fyrilestrarhaldari - hetta á stórum altjóða veðurlagsráðstevnum.

Hansara aðal boðskapur er, at nú má nakað henda við okkara atburði, so veðurlagsbroytingarnar ikki fremja meira ruðulleika, enn tær longu hava gjørt.

Jesper fjalir ikki fyri, at hann heldur seg til vísindaligu ástøðini, so sum tey eru lýst í veðurlagsálitinum, IPCC – hjá ST. 

Veðurlagið í broyting

Kendi veðurmaðurin á DR, Jesper Theilgaard, sum nú í nøkur ár hevur havt sína egnu veðurlagsskrivstovu, klimaformidling, var á Torradøgunum í 2016, har hann spáddi, at vit fóru at fáa meira vind og meira avfall – regn og kava.

Tað eru fleiri tekin í sól og mána, at hann tíverri fekk rætt. Hesum fer hann at hugleiða nakað um og so serliga líta inn í framtíðar veðurkúluna.

Veðurlagið er í broytingum – ikki bert í ávísum støðum, men um allan heimin. Hetta kemst av broytingum í orkujavnvágini í atmosferuni kring jørðina.

- Tó at hetta kann ljóða fløkt og torskilt, so er hetta í veruleikanum rættiliga einkult, og hesum fer Jesper Theilgaard at greiða neyvari frá í fyrilestri sínum.

- Broytingar í vindskipanunum í atmosferuni – ikki minst í jettstreymunum, ávirkar veðrið í Føroyum. Men serliga hitalagið í sjónum og broytingar í stóru havstreymunum hava stórt árin á veðurlagið í og við Føroyar, sigur Jesper Theilgaard.

Hvussu verður verðið? Kom og hoyr Jesper Theilgaard greiða betri frá tí í Varpinum mánakvøldið í Torravikuni 17. februar kl. 19.30

 – Her kanst tú eisini seta honum spurningar og koma við tínum viðmerkingum um veðrið.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Innilig konsert við Hans Andrias Jacobse…
Ókeypis bussur til finaluna um løgmansst…
IRF - Rottangatøming í Hvannasundi og No…
Enn ein íbúðarverkætlan á Eiði
Eykasýning av "Friður á Pallinum"
Teitur bjóðar til Jóla­konsert
Bannon: Trump verður forseti í 2028
Ummæli: Orkuríkt dupultspæl í Varpinum
Sandavágs Talvfelag á odda 
Semja millum politiskar flokkar um linju…
Latið handaligu og kreativu útbúgvingarn…
Altjóða gudstænasta í Vestur­kirkjuni
Langsíðan hjá KÍ-viðhalds­fólku­num er nær…
Tríggir Mjølnir leikarar á Dream Team
Sámuel Akselsson Heldarskarð vunnið tvær…
Bókabúðin letur upp í Klaksvík
Avtala um neyðtilbúgving undirskrivað
ALS gjaldið er alt ov høgt
Bókaútgáva FRÌ
Mannamúgva uttan fyri Kjøthandilin