Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: kvf.fo

Sparing á knappar 200 milliónir krónur við vindorku kemur ikki el-brúkarunum til góðar

SKRIVAÐ: Jóhan Í Niðristovu  |  20.01.2025 - 06:28 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Vindorka er bæði umhvørvisliga og búskaparliga burðardygg, og vit heita á fjølmiðlarnar um at varpa ljós á teir stóru fyrimunirnar við hesi varandi orkukeldu

 

Við at brúka vindorku í staðin fyri tungolju í elframleiðsluni, kunnu stórar sparingar gerast. Síðani 2022 hava vindmyllulundirnar í Flatnahaga og Gellingarkletti framleitt 357 GWt av vindorku. SEV hevur brúkt 225 GWt av hesum fyri 82,4 milliónir krónur – ein prísur á 36,62 oyru pr. kWt. Til samanberingar kostar tungolju-elframleiðsla umleið 125 oyru pr. kWt, ella 281,3 milliónir krónur fyri somu mongd. Hetta sparir føroyska el-netinum 198,9 milliónir krónur, men brúkarin merkir einki til sparingina. Í staðin er søgan at miðalprísurin á vindorku hækkar umleið 14 oyru pr. kWt, sum svarar til ein samlaðan kostnað á 30,9 milliónir krónur, tí SEV ikki gangnýtir yvirskotsorkuna. Uttan hesar vindmyllulundir so fekk el-brúkarin eina príshækking á áleið 40 til 45 oyru/kWt alt annað líka.

 

Búskaparligir fyrimunir

  • Vindorka kostar einans 36,62 oyru pr. kWt samanborið við tungolju, sum kostar umleið 125 oyru pr. kWt.
  • Treytirnar hjá myndugleikanum Orku í vindmylluútboðum eru, at SEV hevur skyldu at gjalda fyri alla framleiðsluna, sum kundi verið framleidd (potentiell orka). Samstundis hevur tað verið kravið, at SEV eigur alla yvirskotsorkuna. Yvirskotsorka er tá SEV ikki megnar at nýta alla orku, sum vindmyllarnar kunna framleiða. SEV hevur undir somu treytum eins og onnur havt møguleika at luttaka í vindmylluútboðum, sum hava verið.

 

Umhvørvisligir fyrimunir

  • Vindorkuframleiðsla er gagnnýtsla av egnum tilfeingi. Stuttflutt.
  • Vindorka minkar munandi um CO2-útlátið og stuðlar undir eina grøna umlegging til burðardyggar orkukeldur.

 

Framtíðarætlanir fyri yvirskotsorku

Privatu vindmylluframleiðararnir hava lagt fram loysnir til at gagnnýta yvirskotsorku, m.a. til:

  • fjarhita,
  • pumpuverkætlan,
  • framleiðslu av hydrogen ella metanoli.

Hesar loysnir kunna minka mundandi um yvirskotsorkuna og harvið tær 30,9 milliónir krónurnar, sum KVF umrøddi í D&V fríggjakvøldið 17. januar 2025. Tó krevst samstarv millum SEV og myndugleikarnar Orku, sum enn ikki hevur játtað loyvi til slíka nýtslu.

 

Vindorka er ein langtíðaríløga

Hóast SEV rindar fyri ikki brúkta vindorku, er hetta ein partur av kostnaðinum fyri at tryggja eina støðuga og grøna elveiting. Vindorka er bæði umhvørvisliga og búskaparliga burðardygg, og vit heita á fjølmiðlarnar um at varpa ljós á teir stóru fyrimunirnar við hesi varandi orkukeldu.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið
ASC - arbeiðstíð og tørvurin á einum fak…
Norð­urlendsk fakfeløg fyri undirvísarar…
Amnesty opið hús á mentan­arnáttini
Útilív í góðveðrinum