Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Dennis, far við Gadus!

SKRIVAÐ: Steintór Rasmussen  |  22.01.2025 - 16:04 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Nei, eg skilji heldur ikki fiskivinnupolitikkin hjá samgonguni. Og uppaftur minni, hvat Hanus Hansen reiðari ger galið. Hví broyta eina góða gongd, sum er bygt upp frá grundini, sum hóvar bæði fólki og kommunu, og sum í áratíggju hevur riggað fyrimyndarliga væl, sum gevur fleiri hundrað familjum inntøku og øllum samfelagnum ágóða og framburð.

 

 

Eftir kreppuna seinast í 90 inum vóru fleiri føroyingar, sum als ikki trúðu upp á fiskivinnuna. Nei, tað var oljuvinnan, sum var framtíðin og sum frameftir skuldi tryggja føroyingum góð livikor.

Men eisini tá vóru her á landi teir, sum bardust ímóti fiskaloysi og sum royndu at manna ein flota av fiskiførum, sum mundi hava sæð betri dagar. Vit lurta vanliga eftir serfrøðini. Og eisini eftir ráðum frá búskaparfrøðingum og íløgufeløgum. Men almennum oysli og kreppum sleppa vit kortini ikki undan.

Tað er vandi í allari vælferð. Og sjálvandi skulu vit sum samfelag eisini kjakast moral og samhuga á 62 gradir norður og laga okkum eftir rembingunum uttan úr heimi.

Eitt er at spæla vandamikið kinaskák ella russiska roulette við framtíðini, men at skula ræðast útlendskan kapital, sum var hann eitraður við bundinskapi og undirgangi, er sum í undanvindi at repa seglini og rógva móti streyminum.

Vit liva í eini alheimsgjørdari verð, har tollur og handilsbann kunnu raka føroyingar frá degi til annan. Men tryggar varandi avtalur, týdningarmikil netverk, óslítandi sterk vinarbond og góðar persónligar kontaktir røkka yvir um tíðarsonir og landamørk.

Onki nyttuligt samfelag verður bygt upp við direktivum úr erva, men heldur við samanhaldi og vøkstri frá íverksetum, dugnaligum monnum og kvinnum, ið vilja skapa og slóða fyri, men eisini taka ábyrgd og váðan av sínum ætlanum og avgerðum.

Kanska skuldi Dennis roynt at sloppið ein “politiskan menningartúr” við Gadus ella øðrum skipi hjá JFK, har fiskimálaráðharrin veruliga fær vent sínum uppskoti, so at nýggja sjófeingislógin ikki gerst ein neyðrakett á køldum og opnum havi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ fingið styrk úr brasilia
Duopol í føroyskari telving
Forboð hjá ungum at brúka sosialar miðla…
Rasmus Seebach á Summar Festivalin
Fingrar­nar vekk frá SEV!
KÍ hevur fingið tilgongd?
Javnstøða á báðum vallistu­num hjá Tjóðve…
Tann einligi forsyrgja­rin skal hjálpast,…
Føroyar Framá við Fólka­flokkinum
Viðgerðartrygd
Okkara skylda at fáa røktina at røkka
Skrivaði Putin tíðindini í útvarpi­num?
Greining: Fólkið ynskir gávuregnið
Vilt tú, at Føroyar skulu hava ein góðan…
Sjálvstýri: Mótrokningin av pensionistum…
Verjið okkara ungu móti rúsdrekka- og rú…
”Eg ætlaði mær við, men eg klári ikki”
Pensjónistar: Avtaka mótrokning­ina hjá a…
Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla…
Velja púra ymiskt til løgtings- og fólka…
Lýsing