Lýsing
Lýsing
Lýsing
Meðan Dennis Holm framvegis verður endavendur í Landsstýrismálanevndini fyri ivasama útlutan av 35.000 tonsum av svartkjafti í fjør, kann samgongufelagi hansara Kim Durhuus, sum sjálvur skal atkvøða í málinum, fáa ágóða av lógarbroytingini hjá Dennisi

Útlutar samgongan sær sjálvari fiskirættindi?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.01.2025 - 21:58 Politikkur Tíðindi Vinna

Í apríl í fjør tók Dennis Holm av sínum eintingum 35.000 tons av svartkjafti frá aktørunum, sum annars skuldu fiskað tey tonsini, og útlutaði øðrum. Dennis Holm varð eftirfylgjandi kærdur fyri Landstýrismálanevndina fyri hetta, og tá vísti Norðlýsið á, at ein teirra, sum stóð til at vinna av teirri útlutingini, var samgongufelagin hjá landsstýrismanninum sjálvum, tingmaðurin Kim Durhuus.

 

Kim Durhuus eigur nevniliga meirilutan í einum felagi (Sp/f 14.05.), sum eigur 30% av uppsjóvarskipinum Biritu. Í kvøld var so innslag í útvarpstíðindunum í Kringvarpinum um, at sami løgtingsmaður kann vinna enn meira við nýggju broytingini hjá sama Dennisi Holm. Tingmaðurin skal sostatt atkvøða um broytingar í sjófeingislógini, sum kunnu geva felagnum, sum hann sjálvur eigur í, betri sømdir.

Við Kringvarpið segði Kim Durhuus einans, at hetta simpulthen eru spælireglurnar, og legði afturat, at hann væntaði, at uppskotið fór at verða samtykt. Hann nevndi ikki nakran møguleika fyri at víkja sætið og kalla varafólk inn vegna ógegni. Varafólkið hevði í so fall verið Birita Matras Petersen úr Klaksvík.

 

Ognarviðurskifti - Sp/f Gráisteinur. Mynd: Fiskimálaráðið

 

Les eisini: https://kvf.fo/greinar/2025/01/22/logtingsmadur-hetta-eru-spaelireglurnar

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…