Lýsing
Lýsing
Lýsing

Topp 3 Ársins leiðarar 2025 innan tað privata og almenna funnir

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.01.2025 - 12:14 Tíðindi Vinna

Dómsnevndin at velja Ársins leiðarar sigur, at aftur í ár komu nógvar góðar tilnevningar inn, og eru tey nú komin til eina niðurstøðu, hvørji skulu verða í Topp 3. Øll hava havt møguleikan at senda inn tilnevningar til Ársins leiðarar.

 

Limir í dómsnevndini eru Ingibjørg Berg, Metis, Árni Jakobsen, SMJ og Johnny í Grótinum, Fróðskaparsetur Føroya.

 

Endamálið við Leiðaradegnum er at seta leiðslu á breddan í Føroyum og at heiðra tey, ið hava skara framúr innan leiðslu. Hæddarpunktið á degnum er tá Ársins leiðarar verða kosnir.

Kjósanin verður 31. januar 2025 á Leiðaradegnum á Hotel Føroyum. Tá verður endaliga avdúka, hvørji gerast Ársins leiðarar 2025.

Ársins leiðari er tignarligasti heiður, ein leiðari í Føroyum kann fáa. Heiðurin verður í ár latin fyri 21’undu ferð.

 

Stroyming á portal.fo

Kjósanin verður stroymd á portalinum kl. 16.20 fríggjadagin 31. januar.
Umframt Ársins leiðarar verður nýggji heiðurin Herðaklappið til millumleiðarin latin á fyrsta sinni. Hetta verður somuleiðis stroymt á portalinum, tað verður kl. 15.00.

 

 

Topp 3 innan tað almenna – í stavrað eftir fornavni:

  • Hans Johannes á Brúgv, Sjóvinnustýrið
  • Jóngerð Guttesen, Roðin
  • Monica Hjelm Rasmussen, Familjufyrisitingin


TOPP 3 innan tað privata - í stavrað eftir fornavni:

  • Álvur Højgaard, stjóri, Navigare Shipping
  • Hans Jákup Mikkelsen, stjóri Mowi
  • Poula Michelsen, nevndarforkvinna, PM

 

Skráin fyri Ársins leiðaradag 2025:

  • Hákun Djurhuus, Ársins almenni leiðari 2024 | Setir dagin
  • Eva Z. Bentsen | Leiðsla í framtíðini. Ein ørgrynna av krøvum og møguleikum – tak av!
  • Ingunn Eiriksdóttir, Ársins privati leiðari 2024 | Úr skjáttuni
  • Sofaprát| Týdingurin av millumleiðaranum | Ingibjørg Berg og Óluva Zachariasen
  • Avdúking Herðaklappið til millumleiðaran
  • Marius Ziska | Frálíkir tónar
  • Elsebeth Hauge | Skomm hjá leiðarum
  • Kjósan av Ársins leiðarum 2024
  • Festligur netverks 5’ari við mati, drekka og Ari Eldjárn StandUp

 

Áhugin fyri degnum er sera stórur, nøkur pláss eru eftir, skal mann við eigur mann ikki at bíða leingi at bíleggja, siga fyrireikararnir.

Tekna teg og les alt um Leiðaradagin 2025 HER á heimasíðuni hjá Synergi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar og Russland gjørt semju um kvota…
Bogi: - Fyritøkur í Føroyum missa millu…
KÍ í samráðingum við Torino
Nýggjársbálið í Hvannasundi avlýst
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Fyltu bátin við Brislingi
Samráðast aftur í dag
Telving um jólini
KÍ kvinnur nýggjan høvuðsvenjara
Norðsøki aftur av roktúri
Tøkk - Elin Sofiía Thomsen
Arbeiðsmarknaðu­rin við eitt vegamót?
Vígsla  –  Evy og Jens
Er útboð besta valið?
Team Klaksvík selur fýrverk í ALFA
Fýrverkssølan hjá Nóa er byrjað
Svimji­høllin innvígd
Stríðsval at sleppa í nevndina
Annfinnur heldur fram sum formaður
Jól og góðveður