Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Finn Johannesen

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  24.01.2025 - 15:17 Tíðindi Veðrið

Veðrið hetta vikuskiftið fer at vera merkt av illveðrinum, sum hevur verið í Írlandi og Skotlandi í dag. Ikki tí tað fer at verða ordiligt illveður her í Føroyum – men bara eitt sindur keðiligt – men lágtrýstið Éowyn fer framvið eystanfyri her hjá okkum, og ættin er tí farin úr landsynningi upp í eystan og so landnyrðing – og í nátt norðan.

Í morgin gongur hann vesturum til útnyrðing og so vestan. Har steðgar hann ein løtu.

Taka vit veðrið meira detaljerað, so er í løtuni strúkur í vindi ella skrið eystan, 13 til 18 m/s, í kvøld gongur hann upp í landnyrðing, loftið samdrigið og sum frá líður er samregn. Seint í kvøld og í nátt minkar vindurin niður í frískt lot upp í strúk av norði, 7 til 12 m/s. Fyrrapartin í morgin fer hann at liggja um vestan, men framvegis samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin 3 til 7 stig.

Í morgin er rískur vindur upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, men út á dagin veksur upp í hvassan vind ella skrið vestan, 15 til 20 m/s, samdrigið við regni ella ælaveðri, í støðum kanska vátakavi. Sum líður á kvøldið og um náttina minkar vindurin niður í frískan vind ella hvassan vind vestan, 10 til 15 m/s. Skýloftið skiftandi við vátakava- ella kavaælaveðri. Hitin 3 til 6 stig.

Sunnunáttina er frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, men minkar út á fyrrapartin. Um kvøldið er lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, sólglottar og okkurt kavaælið. Mánanáttin veksur vindurin upp í frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, hálv-ella smáskýggjað og yvirhøvur turt, men sum frá líður skýggjað. Hitin 1 til 5 stig.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sjálvstýris­flokku­rin hevur djúpar røtur…
Páska­stevna í Eysturoynni
Hesir byrja ímóti San Marino
Bjargingarbátur rekur til Føroya  
Fólka­floksháborgin er á Viðareiði, Miðfl…
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
Beinir kann aftur gerast yngstur – so nó…
Høgni stórur FM favorittur
Skeið innan spreingitøkni styrkir trygd…
Eftirbátu­rin, ið dragnar
Deyðbóltsstøða avgjørdi í Sveis
Earth Hour í Klaksvík
Jákup og Dávid byrja inni í kvøld
Soleiðis eru ymisku økini í landinum umb…
Javnaðar­flokku­rin tapti Havnina
Aðalfundur hjá Landsfelag Pensjónista
Veðrið um vikuskiftið
Ikki so taktiskt snilt av B, C og E í No…
- Hettar var eitt heilt fantastist úrsli…
Seinastu dystirnir í grund­spælinum