Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ a vann 1-0 á KÍ b

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  31.01.2025 - 16:55 Ítrottur Tíðindi

Í dag var venjingardystur í Klaksvík.

Líkindini vóru góð, tá Alex Troleis bríklsaði dystin í gongd. KÍ hevur ikki havt fótbóltsvenjing í Klaksvík í eina viku vegna frystan vøll og tað sást aftur, tí spælið hekk ofta illa saman.

KÍ a sum var liðið, sum í løtuni á pappírinum má metast sum byrjunaruppstillingin, vann 1-0 í einum jøvnum dystum við fáum málmøguleikarum. Árni Frederiksberg skoraði eftir upplegg frá Páll A. Klettskarð.

KÍ a: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Adam Ben Lamin, Robert Williams – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, René S. Joensen, Filip Brattbakk – Patrik Johannesen, Páll A. Klettskarð

KÍ b: Sebastian John - Claes Kronberg, Gastón Tellechea, Børge Petersen, Ahmed Latif – Dávid B. Andreasen, Martin Rodrigo Gonzalez, Deni Pavlovic, Milio Biilmann – Pætur Petersen, Tobias Giusti

Í seinna hálvleiki komu Mads Boe Mikkelsen og Jonn Johannessen inn. Mads fór út aftur seinni. Hallur Hansson bleiv útskiftur og sá út til at hava trupulleikar við knænum.

Næsti dystur hjá KÍ verður eftir ætlan týskvøldið í Klaksvík móti Víkingi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…