Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyingar í Norsku Sjóbjargingartænastuni

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.02.2025 - 16:21 Myndarøð Tíðindi Vinna

Norska sjóbjargingartænastan (Redningsselskabet) hevur úr at gera við, at veita skipum og bátum tænastur fram við norsku strondini. Nógvir bjargingarbátar eru í tænastu hjá felagnum.

 

Ein teirra er 17 metra langi skjóttgangandi báturin Sundt Flyer, ið hevur støð í Svolvær í norður-Noregi. Trý fólk eru fast knýtt at bátinum.

Ein av manningini er Bjarni Hentze av Argjum. Bjarni er maskinstjóri og kavari umborð. Uppgávurnar hjá maskinstjóranum og kavarinum eru m.a. at halda bátin í fullgóðum standi og harumframt, at kava undir bátar og skip at loysa ymiskar uppgávur. Serliga er talan um at skera tovverk og gørn av skrúvum ella at sýna og gera ábøtur, tá skip og bátar hava fingið skaða.

Á myndunum síggja vit Bjarna rokast í sjónum og á dekkinum á Sundt Flyer. Tað eru fleiri føroyingar í starvi hjá Norsku Sjóbjargingartænastuni.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Vit skulu fokuserað uppá egið tilfeing…
- Hava tit hug at boksa - komið so við!
Country Festivalu­rin 2026 verður í vikus…
Asfaltering av Kjalarvegnum
Atlantic Airways flýgur føroyskar áskoða…
Lív og livandi landsløg – søgur úr Føroy…
3,5 mió. kr. til útbygging av Gloria
Rudda byggiplássið frammanfyri Varpið
Ari Samson vitjar Norðlýsið
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Norrøna felagið í Århus á vitjan
Heimskendir gospelartistar í Varpinum le…
Deiligt at síggja landsliðs­felagarnar
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum