Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jóhan Páll Joensen, stjóri á Pelagos | Mynd: Jóhann Lützen

Eftirlýsing: Landsstýrisfólk at røkja vinnu og starvsfólk á landi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.02.2025 - 18:25 Politikkur Tíðindi Vinna

Jóhan Páll Joensen, stjóri á Pelagos, hevur gjørt nakrar viðmerkingar í hoyringarsvari til lógaruppskotið hjá Dennisi Holm, fiskimálaráðharra, um broyting í sjófeingislógini. Pelagos er eitt framleiðsluvirki, sum keypir fisk á marknaðinum, og tað, sum í uppskotinum eitur ”avreiðing uttanlanda” ávirkar Pelagos sera nógv og sera negativt.

 

 

Pelagos hevur ongar viðmerkingar til tey 4 punktini í uppskotinum, sum ikki ávirka tey, t.v.s. um fiskirættindi, útlendskan ognarlut o.a., tí Pelagos, sum er eitt fiskaframleiðsluvirki, eigur onga kvotu. Men um avreiðing uttanlands hevur fyritøkan fleiri viðmerkingar.

– ”Í viðmerkingunum til tann partin sigur Dennis Holm, at eitt av endamálunum er at tryggja, at tað føroyska samfelagið fær sum mest burturúr. Tí eru vit als ikki samd í. Fyri hvørt kilo, sum verður avreitt uttanlanda, so missir samfelagið Føroyar tað. Tí alt tað virksemið, sum tað annars hevði skapt í Føroyum, liggur stilt. Og tann samfelagsbólkurin í Føroyum, sum missir av tí, at virksemið ikki er í Føroyum, er tann samfelagsbólkurin, sum tjenar minst”, sigur stjórin.  

Pelagos væntar at kunna hóra undan, hóast uppskotið skuldi verið samtykt, men tey stúra fyri samfelagsligu avleiðingunum av uppskotinum. At Pelagos liggur stilt í eina tíð, yvirlivir sjálvt virkið nokk, sigur stjórin, men tey hava 60 arbeiðspláss við fólki, sum teljast millum tey, sum forvinna minst í Føroyum. Og tey fara onki arbeiði at hava, tá virkini liggja still, eins og tað fer at raka avleitt virksemi. Jóhan Páll Joensen sigur:

– ”Tað fer at hava eina størri negativa ávirkan á tað føroyska samfelagið enn tey positivu árinini, sum koma frá uppskotinum, og vit sakna eitt landsstýrisfólk, sum varðar av fiskivinnuni á landi og hennara starvsfólkum í Føroyum. Hvar er tað landsstýrisfólkið? Eg haldi, at tað er Høgni (Hoydal, vinnumálaráðharri, blðm.), men vit vita tað ikki. Vit hava ikki hoyrt eitt kis frá nøkrum í Landsstýrinum”, sigur Jóhan Páll undrandi. 

Sum heild kritiserar Pelagos, at Vinnumálaráðið er púra passivt í spurningum sum hesum her. Hann eftirlýsir beinleiðis eitt landsstýrisfólk á økinum.

Serliga stúrin eru tey um kappingarførið um starvsfólkini. Kappingarførið rýkur, tí starvsfólkini, sum Pelagos hevur havt í mong ár, fáa munandi minni at gera, og tí fara tey at leita sær eftir nýggjum størvum og fara nýggjar leiðir. Sum tíðin líður, fara tey sostatt at hava færri og færri fólk við royndum, og tá versnar kappingarførið. Stjórin á Pelagos leggur áherðslu á, at sjálvandi ynskja tey, at øll fáa sum mest burturúr, men at so mugu fortreytirnar eisini vera tær somu. Sum støðan er í dag, so fær føroyska samfelagið ikki sum mest burturúr at økja um møguleikan fyri at avreiða meira uttanlanda, sigur stjórin.  

Og um útlendska arbeiðsmegi – helst sum aftursvar til tað, sum ein býráðslimur á Tvøroyri skrivar um, at næstan ongin tosar føroyskt á føroysku fiskavirkjunum kortini – sigur Pelagos-stjórin:

– ”Ongin útlendingur arbeiðir á Pelagos. Ikki ein. Onkuntíð verður tað skotið okkum í skógvarnar, at bara útlendingar arbeiða her, men tað passar altso ikki. Pelagos hevur ongantíð brúkt »fast track«-skipanina ella nakað líknandi; vit hava bara føroyingar í arbeiði”, leggur stjórin eina við at enda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Send okkum gjarna tíni hugskot!
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Jan vitjar Norðlýsið
Jákup og Niclas vitja Norðlýsið
Vísindavøka á ferð á Klaksvíkar Bókasavn…
Kunningarfundur um kirkju­ráð­sarbeiði
14 ár síðani tveir heimadystir á rað utt…
Set sjúklingin í miðdepilin
KÍ-álopspartu­rin haltar í løtuni
KÍ - Víkingur (0-0)
Norðlýsið blaðið í gerð
Tunnilsgjaldið eigur at endur­skoðast
Reyni Service í Klaksvík 20 ár!
Fullsett altjóða ráðstevna um sjótrygd o…
Nú má farast undir at skipa fyri FM skil…
Fólka­atkvøðan var "einans vegleið­andi"
50 ár síðan "Jesus tær býður" kom út
Vísindavøka á ferð á Bókasavni­num við Lø…
Eg fann grindina norður úr Kallinum
Elsebeth Mercedis: Verður framtíðar olju…