Tók allan seyðin av í haganum
-Eg vænti eitt ríkari fuglalív, fleiri blómur og meiri vøkstur. Har fer nógv at koma undan kavi, sum vit ikki vita um, sigur Kristin Vilhelmsen, sum fyri nøkrum árum síðan tók seyðin av í hagapartinum, Stóriryggur, í Kalsoynni
Fleiri krov kundi hann havt í hjallinum og fulla frystiboks av seyðarhøvdum, blóðmørum og øðrum góðum døgurðum. Hann hevur hagan, og har kundu gingið 35 áseyðir.
Men hagin er tómur.
Kristin Vilhelmsen í Klaksvík hevur gjørt nakað, sum er rættiliga óroynt her í Føroyum. Hann hevur tikið allan seyðin av í haga sínum í Kalsoynnni.
Tankin um ein seyðafrían haga hevur spøkt í høvdinum í mong, mong ár. Hann er forvitin eftir at vita, hvat hendir við einum haga uttan seyð - hvørja ávirkan tað fær á fuglalív og plantur.
-Eg havi onkuntíð sæð í sambandi við útskifting, at har hava verið onkrir puntar upp á einar 20 fermetrar, har ongin seyður er sloppin til. Og tað er ótrúligt, sum tað veksur nógv inni í hesum økjunum. Haðani byrjaði tankin at spretta, greiðir Kristin frá.
YVIR 500.000 FERMETRAR
Talan er um hagapartin, Stóriryggur, sunnast í Kalsoynni. Hagaparturin er 21 gyllin og hevði 35 áseyðir. Økið er 516.000 fermetrar stórt. Kristin Vilhelmsen eigur hagapartin saman við synum, einum beiggja, umframt tveimum øðrum eigarum.
Forvitnið og granskingarhugurin var eitt. Hartil kom, at Kristin var komin nakað upp í árini og var farin at hugsa um, hvussu hagin skuldi rekast í framtíðini. Í nøkur ár hevði hann tikið sær av røktini, men tað er bæði tíðarkrevjandi og avbjóðandi við fjalli, slakti og røkt, tá ið hvørki hann ella hinir eigararnir búgva í Kalsoynni. Ongin metti seg hava møguleika fyri at hava ábyrgd av haganum.
-So kom tankin aftur: Um mann nú tók seyðin av, so kom mann at síggja vøksturin, sum ikki sæst í dag. Sjálvandi var hetta ein øgiliga nýggjur tanki, tí tað er ikki vanligt at taka seyð av.
Hann tosaði við synirnar og hinar eigararnar, og ongin mótmælti.
Ein avbjóðing var kortini.
-Fyri at fáa hetta upp á pláss, skuldu pengar til. Hegnini vóru farin og máttu gerast aftur. Bæði hegn og stikur. Seyður má ikki koma inn á økið. Tað var eitt sindur drúgt at fáa fígging. Eg royndi onkran almennan stovn, men tað lá ikki fyri. Eg tosaði við Tjóðsavnið, men tey høvdu heldur onga fígging. Hetta var í 2016. Áðrenn Lendisbati hevði sæð dagsins ljós, greiðir Kristin frá.
GÓÐ RÁÐ FRÁ JENS KJELD
Náttúrukøni, Jens Kjeld Jensen, eigur ein stóran leiklut í, at dreymurin við Stóraryggi gjørdist veruleiki.
Ein dagin tosar Kristin við Jens Kjeld. Teir tosa um plantur. Kristin greiðir frá hugskotinum at taka seyðin av Stóraryggi og um avbjóðingarnar at fíggja verkætlanina. Tá nevnir Jens Kjeld, at hann átti at spurt Aage V. Jensens Fonde, sum veita stuðul til náttúruendamál.
Kristin so gjørdi. Hann skrivaði eina umsókn, sum dóttirin tillagaði og umsetti til danskt. Tað gekk ein tíð, og so kom gleðiliga svarið: Umbønin var játtað.
Treytin hjá danska grunninum var, at pengarnir skuldu rindast gjøgnum Tjóðsavnið, og tann skipanin hevur riggað sera væl, sigur Kristin. Stuðulin til verkætlanina á Stóraryggi fevnir um keyp og uppsetan av hegni, umframt nakrar tímar um mánaðin til eitt fólk at hava eftirlit við hegninum.
HEGNING
Seyðurin á Stóraryggi varð tikin av í 2019, og nakað eftir varð farið at hegna. Summastaðni var hegnið hampiliga gott og verri aðrastaðni. Talan er um nógvar metrar – bara síðurnar eru einar 1200-1300 metrar hvør. Vestursíðan var liðug fyri hálvum øðrum ári síðan. Eystursíðan er í betri standi, men skal eisini hegnast av nýggjum.
Tey eru eisini byrjað at hegna í ovara parti av haganum, men so steðgaði arbeiðið upp, tí hegnið, sum skuldi brúkast, var útselt. Hegnið skal tola bæði vind, kava og klaka, og tí ber ikki til bara at brúka okkurt hegn, sigur Kristin.
Rætta hegnið er nú á goymslu aftur, og skjótt verður arbeiðið uppafturtikið.
BROYTINGAR SÍGGJAST
Fyrstu tíðina eftir at seyðurin var tikin av, hendi tað seg, at annar seyður kom inn á økið, tí okkurt op var í gamla hegninum. Nú er tætt, og broytingar eru farnar at síggjast.
-Nú hevur tað verið ordiliga seyðatætt í umleið hálvt triðja ár, og tað sæst stórur munur. Tá ið seyður var har, sást ongin børkubóndi. Teir eru nógvir í dag, greiðir Kristin frá. Eisini aðrar plantur eru farnar at fjølgast, nú seyðurin er burtur.
Hann er spentur at síggja broytingarnar í haganum komandi árini.
-Kalsoyggin er tann oyggin í Føroyum, sum hevur størsta tal av plantum. Eg vænti eitt ríkari fuglalív, fleiri blómur og meiri vøkstur. Har fer nógv at koma undan kavi, sum vit ikki vita um. Eg sá eitt petti av hegnrullu, sum hevði ligið úti í eitt ár. Har vaks okkurt inni í rulluni, sum eg ongantíð havi sæð fyrr.
Í 2024 kom bók út við broderímynstrum, sum eru gjørd við støði í blómum á Stóraryggi. Paulina M. K. Eliasen, sum í nógv ár hevur broderað og undirvíst í brodering til tjóðbúnan, hevur latið bókina úr hondum. Blómurnar í broderímynstrunum eru tær heldur ókendu blómurnar, sum byrjaðu at koma fram, tá ið Stóriryggur varð innhegnaður. Talan er um 10 mynstur til føroyskan vest.
ÁHUGAÐUR Í NÁTTÚRU
Kristin hevur síðan barnaárini verið sera áhugaður í náttúruni og teimum broytingum, sum henda i henni. Hann er føddur í 1951 og vaks fyri ein stóran part upp hjá ommuni og abbanum á Syðradali. Har hoyrdi hann um ringar kavavetrar, sum gjørdu av við næstan allan seyðin. Sjálvur minnist hann kavaveturin í 1962, har syðradalshagin misti nógvan seyð, og í 1979, tá aftur nakað av seyði doyði.
Hesa tíðina, meðan hagin var undirskipaður, var meira av grasi í haganum, og fuglurin hevði betri umstøður.
Kristin heldur, at føroyska náttúran hevur stórar avbjóðingar, tí fleiristaðni er ov nógvur seyður. Hetta er hvørki gott fyri plantur, seyð ella fugl. Hann heldur, at heiðafuglurin hevur verið í stórari afturgongd, síðan hann var smádrongur.
-Teir gomlu søgdu fyrr, at summarhagin var altíð nóg stórur. Um seyðurin fær nóg mikið at eta um veturin, so er alt í lagi. Men tá ið lomb, sum eiga at viga 35 pund, fara niður á 25 pund, so er ov nógvur seyður.
Skuldu fleiri hagar í landinum gjørt sum Stóriryggur og tikið seyðin av?
Tað kann verða, at onkur hagi fer at gera tað sama, men vit mugu eisini ansa eftir ikki at missa gamla seyðahaldið burtur, sigur Kristin Vilhelmsen. Tað er kanska ov tíðliga at fara eftir øðrum høgum, men vit áttu at havt eina betri regulering av áseyðatalinum kring um í landinum, heldur hann.
ALT TIL SÍNA TÍÐ
At Stóriryggur er tómur fyri seyð, merkist sum nevnt í hjalli og frystiboks. Hesum kann Kristin væl liva við. Hann hevur hálva aðru gyllin av jørð á Trøllanesi, sum gevur eitt krov árliga. Manglar nakað, so keypir hann tað.
-Alt til sína tíð. Eg eri uppvaksin við kúgv í kjallaranum og seyði á trappuni. Tað, sum eg gleddi meg til um heystið, var fjall og fletting. At eta tað, sum var í seyðinum og so kjøtið, tá ið tað hevði hingið uppi. Men nøkur ting broytast. Áhugin at fletta og eta av seyði er ikki so stórur sum fyrr. Tað er eisini gott at sleppa undan stóra arbeiðinum at fara á fjall, fletta, gera morgunmat til fjallfólk o.s.fr.
Hjá summum vakti tað undran, at nakar finnur upp á at taka allan seyðin av í haganum. Serliga í Klaksvík.
-Nú eri eg uppvaksin á Syðradali. Har kenna tey meg væl og vita, at mær hevur dámt at royna ymiskt, sum onnur ikki gera. Eg havi kanska møtt meira undran her í Klaksvík og aðrastaðni. Onkur hevur sagt ”fantastiskt”. Og onkur annar sigur ”hvat er tað tú gert?”. So tað er eitt sindur ójavnt, hvussu fólk reagera.
Stóriryggur er nú eitt náttúrufriðlendi, har gróður sleppur at koma fyri seg uttan ávirkan frá menniskjaligum virksemi. Lendisbati fer at gera vakstrarkanningar og endurbøtandi átøk á Stóraryggi og fylgja við, hvussu hagin mennist við tíðini.
Lendisbati arbeiðir eisini við øðrum verkætlanum í landinum, m.a. í Sundshaga og í skriðuni Heiman Gjónna í Kalsoynni.
FRAMTÍÐIN
Kristin Vilhelmsen kundi hugsað sær, at Stóriryggur bleiv meira atkomandi við gøtum soleiðis, at bæði føroyingar og ferðandi kunnu síggja vøksturin. Við gøtum ber til at gera gongdina í økinum meira skipaða, soleiðis at fólk ikki ganga allastaðni.
Eisini kann hagin vera áhugaverdur at síggja frá sjónum.
-Tá ið Norrøna og onnur ferðafólkaskip fara norður gjøgnum fjørðin á veg til Íslands, síggja tey hendan grøna hagan í suðurendanum í Kalsoynni. Eg vænti, at tað verður stórur áhugi at standa við kikara á dekkinum og hyggja.
Spurningurin er so, hvat hendir við haganum í framtíðini. Hvussu verður, tá ið nýggir eigarar einaferð koma til? Kristin hevur hugsað um hetta. Sjálvur vil hann fegin hava Stórarygg seyðafrían í mong ár aftrat.
-Eg kann svara fyri meg og synirnar, at vit eru ikki sinnaðir at selja jørðina ella fáa seyð aftur í hagan. Og eg havi varhugan av, at hinir eigararnir eru samdir. Tú kanst ikki søkja ein grunn um pengar til hegn og stikur og so sleppa seyði inn aftur stutt aftaná. Tað verður ikki gjørt.
Sjálvur vónar Kristin, at avtalan um Stórarygg verður longd, soleiðis at vit í nógv ár frameftir kunnu fylgja við broytingunum í haganum.