Lýsing
Lýsing
Lýsing

Inklusjón er nógv meira enn eitt orð

SKRIVAÐ: Tóra við Keldu, forkvinna hjá MEGD  |  06.02.2025 - 18:04 Tíðindaskriv

Hóast MEGD viðurkennir, at eitt týðandi stig á leiðini er at áseta orðið inklusjón í lógini, so krevur inkluderandi skúlaumhvørvið í veruleikanum eitt paradigmuskifti við broyttum hugburði til skúlaskap og útbúgving, har serflokkar framhaldandi helst vera ein minni og tillagaður partur av skúlunum, men har málið er at fevna øllum næmingum í dygdargóðari útbúgving.

 

Hóast tað er eitt týðandi stig á leiðini at áseta orðið inklusjón í fólkaskúlalógina, so krevur broytingin, at vit menna ein inkluderandi skúla við støði í eini samanhangandi og fjølbroyttari tilgongd, har allir viðkomandi pallar verða virknir og luttaka við nøktandi orku. Um inklusjón veruliga skal tryggjast í verki og stuðla undir útbúgvingargongdina, eiga vit at lýsa, fyrireika og íverkseta hesa tilgongd við nøktandi tíð og orku. Inklusjón er jú meira enn bara eitt orð.

 

Rímilig tillaging forðar mismuni

Inkluderandi útbúgving eigur at verða skipað við rímiliga at tillaga karmar og umstøður, so næmingar við breki veruliga fáa javnbjóðis møguleika at vera við. Uttan rímiligar tillagingar økist vandin fyri útihýsing og mismuni vegna brek.

Hugtakið ’rímilig tillaging’ eigur at taka støði í menniskjarættindafatanini, sum altjóða brekrættindasáttmálin er grundaður á. Sostatt er tað umhvørvið, ið eigur at verða tillagað á rímiligan hátt til persónliga tørvin hjá einstaka næminginum.

Við hesum skulu hóskandi broytingar verða gjørdar í kørmum og umstøðum, sum skúlagongdin tekur støði í. Til dømis hølum, tímatalvu, undirvísing, hugburði, samskifti, virksemi, próvtøkum, heilivági, hjálpartólum, fjarundirvísing, flutningi til og frá skúla, og øðrum háttum at javnviga fyri tær forðingar, ið kunnu standast í samspælinum millum undirvísingarumhvørvi og næming.

At tillagingarnar skulu vera rímiligar merkir, at tær eiga ikki at leggja órímiliga stóra byrði á lærarar, skúlar, myndugleikar, avvarðandi ella næmingar.

Stutt kann sigast, at skyldurnar hjá almennu myndugleikunum sambært grein 24 um útbúgving í brekrættindasáttmálanum eru samstundis ein vegleiðing til, hvussu inklusjón í útbúgvingum stigvíst eigur at gerast veruleiki. Við at fylgja vegleiðingini kann við tíðini tryggjast, at næmingar við breki fáa javnbjóðis møguleika at nema sær dygdargóða útbúgving.

Samstundis kann vegleiðingin skapa betri karmar fyri læring, trivnað og menning hjá øðrum næmingum, enn teimum, ið bera brek.

 

Tilmæli frá brekrættindanevndini

Málið við inkluderandi undirvísing er, at útbúgvingarskipanin skal fevna øllum, og at tað við tíðini ikki verður neyðugt við sundurbýting (segregatión) í serskipanir, sum vit síggja í dag.

Tað er í ljósinum av hesum, vit skulu síggja tilmælini, sum í 2024 komu frá brekrættindanevndini til Føroya landsstýri. Millum annað eru tey grundað á grein 24 um útbúgving. Víst er á, at nevndin er stúrin um, at talið av næmingum, sum ganga í serflokkum seinastu tíggju árini er vaksið, og at forðingar eru fyri inkluderandi undirvísing, herundir manglandi rímiligari tillaging. Úrslitið sæst millum annað í skúlanoktan og í, at óviljað frávera hjá børnum, ið bera brek, er vaksandi. Vandin fyri at næmingar, ið bera brek, oftari enn aðrir næmingar, ikki læra ella gevast í skúlanum, er eisini øktur.

Víð støði í almennu vegleiðingini frá brekrættindanevndini frá 2016 um rættin til inkluderandi útbúgving mælir nevndin aftur í 2024 til, at Føroyar í samráði við fólk, ið bera brek, og feløg teirra, taka næmingar, sum bera brek, við í væl grundaðari inkluderandi útbúgving og í størri mun beina burtur tær forðingar, sum forða fyri dygdargóðum skifti frá serundirvísing til inkluderandi útbúgving.

Eisini verður í tilmælunum peikað á, at neyðugt er at seta orð á og viðgera hugburðsforðingar, sum forða børnum við brek í undirvísing. Hetta eitt nú við at menna útbúgvingina hjá lærarum í inkluderandi útbúgvingarhættum og útbúgvingartólum og at gera skipanarligar broytingar á skúlum og skúlaskipanum.

Vit skulu við støði í hesum menna fakligar skipanir, sum týðiliga kunnu eyðmerkja vandar og loysnir fyri næmingar, ið bera brek, so teir ikki gevast ella verða útihýstir, men áhaldandi fáa møguleika at luttaka í og nema sær útbúgving.

 

Visjónir um inkluderandi skúlan

Her eru fleiri tættir, sum vit ongantíð ov skjótt eiga at tríva í, kanska serliga nú uppskot til broyting í fólkaskúlalógini – sum varð smíðað fyri næstan trimum áratíggjum síðan – leggur upp til, at inklusjón verður lógarfest. Hetta fer jú at hava við sær, at rættindini hjá einstaka næminginum formliga verða lógartryggjað, og tí er neyðugt, at bæði útbúgvingarskipan og samfelagið sum heild veruliga fylgja við.

Samsvar eigur sjálvsagt at verða millum tað formliga og tað verkliga.

Tað er átrokandi at seta inklusjón á almenna breddan, og at vit samstundis arbeiða við almenna hugburðinum og gera okkum greitt, hvat fólkaskúlin og samfelagið sum heild vil við inklusjón. Tað kann bara undra, at vit hoyra so lítið til, hvat orðingin í lógini merkir, og at vit seta orð inn í lógina uttan veruliga at vísa á, hvussu vit í Føroyum skulu menna ein inkluderandi skúla. 

Uttan nøktandi virkisætlanir og átøk verður framhaldandi ógreitt í hvønn mun skúlin fer at búgva og útbúgva næmingar, ið bera brek, bæði fakliga og sosialt til eitt sjálvstøðugt lív í fólkaræðiliga samfelagnum.

Hóast MEGD viðurkennir, at eitt týðandi stig á leiðini er at áseta orðið inklusjón í lógini, so krevur inkluderandi skúlaumhvørvið í veruleikanum eitt paradigmuskifti við broyttum hugburði til skúlaskap og útbúgving, har serflokkar framhaldandi helst vera ein minni og tillagaður partur av skúlunum, men har málið er at fevna øllum næmingum í dygdargóðari útbúgving.

Vit kenna málið, men enn stendur spurningurin ósvaraður um, hvussu inklusjón skal fremjast í verki, so allir partar veruliga fara at kenna nyttuna, sum ein inkluderandi útbúgving kann geva – inklusjón er jú meira enn eitt orð.

Her ber til at lesa hoyringarsvarið, sum MEGD hevur sent myndugleikunum.

 

Tóra við Keldu, forkvinna hjá MEGD

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eyðgunn fer ongan veg
Inklusjón er nógv meira enn eitt orð
Ársaðalfundur hjá Klaksvíkar Ítróttarfel…
5 lið hjá Mjølnir i steypafinaluni
Tók allan seyðin av í haganum
Tjóðveldi ger hondbremsusving
Kunningarkvøld á Glasi um útbúgvingarmøg…
Í londunum kring okkum verja tey egið vi…
Myndarøð: KÍ - Víkingur 3-1
Eftirlýsing: Lands­stýris­fólk at røkja vi…
Samrøða við Theresa Turiðardóttir Kreutz…
Olevina: Kondittarar mugu virða sítt hon…
Eyðun Klakstein verður lands­liðsvenjari
Gavin DeGraw á Torsfest
Aftur góður fundur hjá Løgmanni
Úr Torraskránni: Sang- og hugnaløta í VA…
NS Hálvmaraton 2025
Nýggjur heilsu­politikkur – Vit vilja feg…
Støðan á demensøki­num er átrokandi
Eingin stillar upp ímóti formanni­num í F…