Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit góðtaka ikki niðurlaging av tænastum í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jógvan Skorheim  |  07.02.2025 - 23:29 Politikkur Tíðindi

Klaksvík er ein býur í menning, sum er miðdepil fyri eitt øki við tíggju túsund íbúgvum. Tí stríðir tað við allan logikk, at Akstovan nú ætlar at niðurlaga tænastur sínar her í býnum.

Tað finst valla nakað øki í landinum, har vinnan er sterkari enn júst her í landnyrðings-Føroyum.

Hesin landsparturin, sum nú er knýttur saman við Norðoyatunlinum, fevnir um eitt sera sterkt vinnulív við nógvum og fjølbroyttum virksemi.

Hesin landsparturin útvegar landi og fólki okkara ein stóran part av tí útflutningi, ið vit sum samfelag livað av.

Eisini liggur hesin landsparturin norðast í Føroyum, og væl longur burtur frá høvuðsstaðnum enn eitt nú Runavík ger.

Tí gevur tað als ikki meining at niðurlaga tænasturnar hjá Akstovuni í hesum økinum, samstundis sum tær verða varðveittar og styrktar í Runavík, sum við Eysturoyartunlinum, er blivin ein forstaður til Havnina.

Nei, Akstovan eigur at sleppa hesum ætlaðunum sínum og ístaðin venda sær til Klaksvíkar býráð við umbøn um samstarv um at fáa tænastur sínar her í økinum dagførdar og mentar.

Sum býráðslimir og sum 2. varaborgarstjóri í Klaksvíkar kommunu kenni eg tað sum mína skyldu at gera vart við hesi viðurskifti.

Eg vil tí heita á avvarðandi landsstýrisfólk og umboð okkara í løgtingi og landsstýri um at steðga hesum ætlanum hjá Akstovuni og geva landsstovninum boð um at leggja á annan bógv heldur enn at miðsavna sínar tænastur kring høvuðsstaðin.

Sum næst størsti býur í landinum, og miðdepil í vinnuliga sterkasta landsparti okkara hevur Klaksvík annað uppiborið enn at tænastur, sum hava ligið her í meira enn sjeyti ár, vera niðurlagaðar.

Klaksvík, 6. januar 2025.
Jógvan Skorheim, býráðslimur og 2. varaborgarstjóri í Kl. kommunu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Rói Clementsen nýggjur næstfor­maður í KÍ
Hvat forvinnur Jóannes Bjartalíð í nýggj…
Rokningin fyri at loysa
Loysing kostar – men hvør skal gjalda?
Ein Raskur Drongur - nú online
Loysnir, ikki fíggindamyndir
Vatnið á eystur­síðuni í lagi
Borg: Í gjár fekk Monika handað prógv su…
Rúsan skal finna nýggj hølir
Norskur framrættaður leikari komin í hóp…
10'arin er funnin
Luitjen A. Apol vann Kjølur Open 2026
Sigrun og Eyðbjørn vitja Norðlýsið
Ítróttafagnaður: Jórun & Jórun í uppskot…
Verður fosturtøku­lógin longu víðkað?
Ítróttafagnaður: Sámal Jákup í uppskoti…
Vinnulívspakkar til Ítróttafagnaðin
Atgongumerk­ini ganga undan til Norðfesti…
KÍ hevur ársaðalfund í kvøld
Ein ordans ítróttarveitsla í Varpinum le…